birkblog

Tid Innlegg
2020-06-15 12:28 Hví eydnast Kirkjubøur so væl sum ferðafólkastaður?

Minnist ikki rættuliga nær eg fyrstu ferð var í Roykstovuni í Kirkjubø, so langt síðan er tað. Men ein søgutráður er, at í 1984 møtti eg Páll bónda á einum videoskeiði í Havn. Og nakað seinni vóru tað brøðurnir Bellamy, ið vildu síggja garðin, tí teir akkurát tá høvdu keypt fedrannagarðin í Florida.- Hann var hundrað ára gamal og kundi fallið í órøkt, kom hann ikki aftur í ættina, søgdu teir báðir við glampandi eygum, og murraðu You Ain’t Just Whistlin’ Dixie undir syllunum.Men tá murrandi floytið rann út, fingu teir at vita, at eitt víkingaskip kom við Stokkastovuni sum byggisett úr Noregi, o ...

2020-06-09 07:31 Kanst tú ikki bara flyta teg?

Einki kann sum veruleikin flyta fiktiónina og vinna á henni. Men tá er treytin altíð, at veruleikin verður formidlaður og kemur til mín. At onkur var til staðar at siga mær søguna. Eitt sannleiksvitni, sum slapp framat.Tað kom mær til hugs í gjár, tá Dagur og Vika í átta minuttir valdi at varpa ljós á tvær føroyskar kvinnur, sum høvdu verið fyri rasismu og sluppu at bera fram teirra søgu uttan óviðkomandi avbrot.Redaktionella valið kundi eisini verið tað øvugta, at søgan varð vald frá, tí hon er alt ov long, diffus og kanska passar tað slettis ikki, sum tær báðar siga.Lukkutíð hugsaði redaktió ...

2020-06-05 02:10 Renegotiating the Social Contract

Ein genta í Portland, Oregon, sum á hesum stað plagar at dansa um træið á jólum, lyftir nevan úr bilinum, sum er á Pioneer Courthuse Square í miðbýnum, har mannamúgvan mótmælir ta viðferð, sum svørt eru fyri um alt landið, tá tey møta løgregluni. 46 ára gamli George Floyd, sum doyði 25. mai í løgregluhondum á gøtuni í Minneapolis, Minnesota, er nýggjasta orsøkin til tær mótmælisgongur, ið nú fara um alt landið (Foto: Matthew Workman)Matthew Workman skrivar, fotograferar og hevur gjørt ljóðupptøku til Birkblog úr miðbýnum í Portland, Oregon, har hann býr og var við í stóru mótmælisgongunum mána ...

2020-06-01 14:33 Hvítusunna á Hvítakletti

Dagin eftir altjóða kvinnudagin, og beint fyri koronastongsilin, rundaði listakvinnan á Eiði, Sigrun Gunnarsdóttir, hálvfjerðs. Til lukku við árinum, sum eg minnist at tey søgdu har norðri, við longum a.Nú verður spakiliga latið upp aftur og í hvítusunnugóðveðrinum skipaði Sigrun tí fyri framsýning við fjøruti málningum í egnu málarastovuni við endan á Hvítakletsvegi, har hon býr, uppi í Kolli, longur uppi enn á Barnalofti, har sum eg minnist at hjallarnir stóðu og Antinis fyri vist fangaði seyðatjóvarnar. Har búði eg einaferð, undir Barnalofti, sum í dag eitir nakað so flatligt sum Korndalsve ...

2020-05-29 21:22 Korona og fjarundirvísing á TSK í Klaksvík

Á 80 ára degnum fyri bretsku herðsetingina av Føroyum, og í somu viku sum danska Margreta Drotning II fylti 80 ár, skrivaði eg ein blogg um Merkið, Dannebrog og heraldikk, tí Ole Wich hevði fyrr sama dag sent mær eina mynd av donsku sjóverjutyrluni, sum fleyg við hesum fløggum, men tó við tí stóra danska omanfyri tí lítla føroyska.Ein óneyðuga provokerandi demonstratión hjá danska hervaldinum, óansæð hvussu ítøkiliga flúgvingin og flaggingin kundi vera løgd út henda dag, antin av sambandsmanni ella tjóðveldiskonu. Provokatiónin var eyðsædd og rópti eftir einum bloggi.Á Tekniska Skúla í Klaksví ...

2020-05-29 11:16 Her er mín listi við bestu føroysku filmum

Mikukvøldið vísti Filmsfelagið tveir nýggjar føroyskar stuttsøgufilmar, ”Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal Nielsen og ”Ábyrgd” hjá Katrini Joensen-Næs. Tá vórðu filmarnir fyrstu ferð vístir eini áskoðarafjøld í einum almennum biografi, og tað eftir stranga koronustongsilin, ið hevur verið eyðkendur við at gera listar, og at seta gerandismyndir, bøkur, filmar og plátur upp móti hvørjum øðrum og deila við onnur á Facebook, sum í dag er føroyska almennið burturav.Hóast ”Trøllabeiggi” var ein kraftpresentatión av øllum tí sum føroyskt filmshandverk dugir beint nú, fari eg í hesum bloggi at royna ...

2020-05-28 07:48 Filmsfelagið aftur til verka

Eftir drúgvan koronastongsil er Filmsfelagið aftur farið at vísa arthousefilm í Havnar Bio, soleiðis sum heilsumyndugleikarnar áseta. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru mikukvøld.Í gjárkvøldið sýndi Filmsfelagið føroysku fimarnar ”Ábyrgd” og ”Trøllabeiggi”, sum fyrstu ferð vórðu sýndir í biografi. Leikstjórar eru Katrin Joensen-Næs og Gudmund Helmsdal Nielsen. Ole Wich tók myndirnar.Í filminum ”Ábyrgd” verður unga Ró brúkt sum heilivágur hjá mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá Ró fer at taka koyrikort, verður hon drigin at frísku luftini, og orkar ikki aftur til køvandi heimið við sjúku mammuni. ...

2020-05-20 12:11 Súrhoyggjabrunnur verður miðdepil

Her er hann, rundi súrhoyggjabrunnurin!Landbúnaður, sum higartil hevur lívað sítt egna høvuðsstaðarlív, sum stinkar heilt oman á kampingplássið, verður nú miðdepilin í stóru bústaðarútbyggingini í Tórshavnar kommunu.Og kanska er tað gleðiligt, og ber í sær eina varisliga fyrijáttan um betri og fleiri íbúðarmøguleikar hjá teim ungu, ið fyrstu ferð skulu rinda fyri at seta fót undir egið borð í skjótt vaksandi høvuðsstaðnum beint við innkomuvegin úr undirsjóvartunnlinum, sum nú fer at binda Vágar, Suðurstreym, Skálafjørðin, Eysturkommunu og Klaksvík saman. Tá verður restin av Føroyum frákoblað.Í ...

2020-05-18 15:53 Ferðast í egnum landi

Nú fingu vit ein skáa heima hjá okkum sjálvum, at ferðast í egnum landi púra turistfrí. Koronan varð tað, sum gjørdi okkum leys av útlendskum ferðafólkum og teirra forstýrilsi eitt bil. Endiliga fingu vit høvið at vitja okkara egna land í teirri ferð og rútmu, sum passar okkum best, øki fyri øki, oyggj fyri oyggj, ein dag í senn, til latið verður upp aftur. Henda góðveðursdag vórðu tað Vágar.Her er mest avmyndaða stað í Føroyum, Múlafossur, í Gásadali, og sum sæst er enn rættuliga rúmsátt at ferðast í egnum landi.Meðan tað fram til aldarskiftið var alt um at gera at fáa onkran úr Havn at stoyp ...

2020-05-15 09:19 Tá tíggju bleiv Sodoma

Kronometrið sigur tíggju, tá Bárður hevur fund at kunna fólkið um nýggjastu tilráðingar í koronutíðini. Tíggju. Tað svitast ikki. Men tá koronometrið ein sólarring seinni aftur rakar tíggju, tá er Sodoma í gøtuni. Tí mugu matstovur steingja og sløkkja. Hvør Móses er tað, sum hevur gingið gjøgnum havið at kloyva Bárðar tíðarfatan av matgerð og servering?Myndin er lánt frá Cecil B. DeMille

2020-05-14 07:16 HALT FRÁSTØÐU

Eg ivist ikki í, at frástøða, og boðini um at halda frástøðu, fara at verða ársins orð, ikki bara her hjá okkum, men í øllum heiminum, frá Wuhan, til Havnar og heilt til Hollywood.Var tað ikki fyri íkomna koronastongsilin, sum enn stendur við, so hevði franski filmurin um ein falskan Facebook-profil, Celle que vous croyez, (Who do you think I am) longu verið vístur her heima og í øllum okkara grannalondum.Men korona og kovid hava stongt allar biografar í verðini, so miðaldrandi franska stjørnan, Juliette Binoche, aldri møtir unga mannliga mótleikaranum aðra staðni enn á Facebook.Tað fekk ein a ...

2020-05-12 14:25 Finka byggir brúgv

Marjun Ziskason, Marianna Skarðenni Poulsen og Gunvá MagnussenÍ dag er læraraskeið í Námi við nýggja upprunatilfarinum Finka, sum gevur móðurmálsfakinum í fólkaskúlanum nýtt flog longu í øðrum flokki.Høvundur er Marianna Skarðenni Poulsen, ið vann skúlabókakappinga, sum Nám útskrivaði í 2016, til tess at finna nýtt tilfar og fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur.Bókaheildin Finka, sum umframt lesibók fevnir um tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti, er nú komin á marknaðin.Sissal M. Rasmussen hevur viðgjørt tilfarið ...

2020-05-12 10:36 Orð sum spegilsmynd

Gestabloggari: Tóra við Keldu, forkvinna í MegdSummi halda, at vit skulu hava frælsi at orða okkum frítt. Hesi somu rulla eygu eftir tí, vit kalla „politiskt rættur málburður”, tí tey halda, at hugtakið avmarkar málburð og gerðir.Tað skal, halda tey, vera í lagi at háða, niðra, steingja úti ella skaða fólk einfalt vegna teirra veran.Avbjóðingin er, at tá ið vit uppliva at verða sett í bás ella deild upp í bólkar, kenna vit okkum ikki altíð aftur. Hetta er viðkomandi, tí hóast vit ikki kenna okkum aftur, so ávirkar hetta okkum.Orð hava megi, tey skapa veruleika. Tey ávirka almennan hugburð, og ...

2020-05-11 11:15 Niðrandi eyknevni í fótbólti

Hesa írsku filmsplakatina hevði eg leingi hangandi á vegginum, innrammaða. Ein framúr leiklutur hjá Daniel Day Lewis, sum tá sást í Sjónleikarhúsinum ein sunnudag, eftir at fótbóltskappingin í Gundadali var av. Tað var treytin hjá operatørinum.- Ikki blanda kappingarárið og sýningarskránna, tí áskoðaraskarin er hin sami, segði hann.Tað fekk meg sannførdan um, at filmur og fótbóltur spruttu úr somu fólksligu mentan, og aldri vóru longri enn hálvan annan tíma, og høvdu ein steðg á hálvari leið, so stundir vóru at pissa, men ikki meir. Soleiðis var fólksliga savningarmentanin fyri ta sunnudagsbil ...

2020-05-08 11:17 Nær sleppa vit í biograf aftur?

Gudmund Helmsdal innnleiðir sýningina við suðurkoreanska "Parasite" í Filmsfelagnum 5. februar. Eftir útseldu frumsýningin í Filmsfelagnum gekk filmurin í tríggjar vikur í Havnar Bio, har í miðal 100 fólk sóu hann hvørja ferð. Ole Wich tók myndina.Hvussu trúfastur er biografgangarin, og hvørja ávirkan fer koronastongsulin at hava, tá biografarnir opna aftur?Tað hevur danski filmstovnurin, Det Danske Filminstitut, kannað í samrøðu við 1300 fólk, tá donsku biografarnir høvdu verið stongdir í sjey vikur.Í 10 stigum er nú tikið saman um úrslitið, so tað er lætt og skjótt at lesa.Mest sum allir fil ...

2020-05-07 14:48 Kreppan flutti 5000 brúkarar

Tóri Slættalíð er KT-ráðgevi í Námi: Koronakreppan fekk 5000 føroyskar brúkarar at læra Teams í fjarundirvísinginiFríggjadagurin trettandi mars varð í ár ein helt serligur dagur. Hetta var dagurin, tá skúlar stongdu, samfelagið lat aftur og øll vórðu send til hús.Eina viku undan hesum degi hevði Tóri Slættalíð, sum er KT-ráðgevi í Námi, verið á undirvísingarráðstevnuni Danmarks Læringsfestival saman við starvsfeløgum.- Hóast tað vóru sprittdunkar á hvørjum horni, og tosið um korona var byrjað, so var tankin um, at hendan krúnusjúkan skuldi koma til okkara í Føroyum rættiliga fjarur, sigur Tóri ...

2020-05-05 14:59 Norðlýsið - ein upplivingardepil

Samstundis sum tað í dag eru 75 ár síðan krígslok, eru eisini 75 ár liðin síðan fyrstu eigarar fingu Norðlýsið handað frá Tórshavnar Skipasmiðju. Norðlýsið var upprunaliga slupp og fiskifar, bygt úr kanadiskari eik og fyrsta at brúka sildagørn. Myndin er tikin fyrrárið tá russiska skúlaskipið Kruzenštern við heimstaði í Kaliningrad vitjaði Faroe Ship.Eisini á hesari myndin sæst støddarlutfallið millum Queen Victoria, Smyril og Norðlýsið.Undir navninum Aurora Borealis varð Tróndur Patursson undangongumaður tá sluppin í áttatiárunum varð umvæld og riggað til sum skonnart at sigla við ferðafólki. ...

2020-05-01 09:43 Altjóða arbeiðaradagur

ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ Heiður og æra til arbeiðið stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk har norðuri í Russlandi.Nú altjóða arbeiðaradagur er, eitt nýtt innvinningarár byrjar, frítíðarløn verður goldin og Marx fyllir 202 týsdagin, fann eg gomlu arbeiðaramyndina aftur á blogginum. Myndina, sum eg tók í Russlandi fyri seytjan árum síðan, vísir eitt uppslag, sum hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera framdriftsskrúvur til hernaðarskip. Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russiska herinum skapt og sko ...

2020-04-28 11:09 So grundleggjandi er menniskjansliga lívfrøðin

Tá bókaklubbar vóru í hásæti, var henda bókin hin mest spennandi. Har greiddi Desmond Morris frá um menninskjansliga atferð tá tey møtast, heilsast, krámast og parast. Akkurát sum dýrini. Og tað var ikki so løgi, tí bretski Morris er zoologur, sum bleiv kendur í 1967 við bókini The Naked Ape, har hann viðgerð, hvussu menninskjansliga lívfrøðin skapar okkara mentan, har fyrsta stig er lógvatakið.Nøkur ár herfyri var almenn móttøka í býnum, tí fyritøkan hevði fingið nýggjan stjóra. Eg eri boðin við og støkki inn á gólvið. Stjórin fær eygnasamband, rættir armarnar út og ger eitt innbjóðandi chass ...

2020-04-26 12:33 Netið blívur betri, sjúkari samfelagið er

The Industrial Worker: Kapitalistiska pyramidan (uppslag 1911)Í hesum koronatíðum uppliva vit úr sofuni og við fjarstýringini í hondini fleiri og fleiri funkur, sum vit ikki vistu av vóru til. Vit kunnu byrja við at staðfesta, at til ber hjá allar flestu at arbeiða heima, uttan at nakað liggur á láni, kanska tvørturímóti. Vit finna uppá alternativar samansetingar at bjóða viðskiftafólki nýggjar tænastur og møguleikar, koyra vøru út til tey, ið biðja um tað, og ikki at roksa ov nógv, tá felags starvsfundir eru á netinum, bara tað ikki er á Zoom ella Skype, men á Teams.Til ber eisini at byrja da ...

2020-04-25 08:03 Vestfilm drive-in

Í døgunum 30. apríl til og við 3. mei 2020 skipar Vestmanna kommuna fyri fyrsta føroyska filmfestivalinum nakrantíð - VESTFILM.Føroyska biografsøgan byrjaði í Vestmanna, og av tí sama er upplagt at taka fakkilin uppaftur, og skipa fyri fyrsta føroyska drive-in filmfestivalinum í landinum, siga fyrireikararnir.Samstundis er VESTFILM eitt serstakt høvi at uppliva tað besta, ið føroyska filmsvinnan hevur at bjóða. Talan er um onki minni enn 28 stuttfilmar, tvær frumsýningar og tríggjar filmar í spælifimslongd.Skráin og hugskotið til VESTFILM er ment í tøttum samstarvi við Filmsfelagið:DAGUR 1Fyrs ...

2020-04-24 12:21 Drive-in á Skálatrøð

Drive-in, video on demand og stroyming eru nýggj, men ikki minni neyðug orð í heimligu biograforðabókini beint nú.Hóast biografarnir, teir eru tveir í landinum, í einum høggi mistu alla inntøku, tá koronastungsilin varð settur í verk á grækarismessu, hava tey ikki sett seg at bína yvir einvegis útreiðslum og harvið falla í fátt.Nei, nú verður útibio í høvuðsstaðnum.Meðan tey í Søldarfirði nýliga hava lagt dygt støði undir gomlu hugsjónina um drive-in biograf, fer Havnar Bio um flaggdagsvikuskiftið, tað er í dag, í morgin og í ovurmorgin, at halda fram við útibio á Skálatrøð. Í tryggari frástøð ...

2020-04-24 11:22 Føroyskur framleiðari í filmi úr Kabul

Jón Hammer er ein á liðnum hjá stjørnuframleiðaranum Katju Adomeit, nú filmurin Mítt barnaheim í Kabul verður stroymdur inn í stovur í danska ríkinum. Tað er biografurin Grand Teater, sum skipar fyri stroymingini, nú allir biografar eru stongdir. Grand byrjaði at vísa film í Keypmannahavn í 1913, og hevur undir koronastongsilinum lagt seg eftir at stroyma góðan nýggjan arthousefilm, sum júst er vørumerkið í hesum biografi, ið er besti samstarvsfelagi hjá Filmsfelagnum.Meðan vit bíða eftir, at vanliga biografvirksemið byrjar aftur - í Danmark, har tey hava virknan mentanarpolitikk, er uppskot u ...

2020-04-22 08:28 Er fótbólturin ein mafia?

Sum tilbúgvingarstovnur fær Kringvarpið seg roynt í hesum døgum við kreppusamskifti um, hvussu borgarin skal fyrihalda seg, og hvussu myndugleikin og fakkunnleikin velur at orða seg. Í stundini er mikrofonin og myndatólið har. Frálíkt avrik í sjálvum sær, ikki minst tá Barbara Holm í Degi og Viku mánakvøldið hevði boðið Bjarna Arge og Brynhild Thomsen í sendistovuna at skifta orð um samskiftið, hvør strategiska ætlanin hevur verið, hvør er sloppin framat, og hvussu samskiftið hevur hilnast. Ein hin best fyrireikaða samrøða og orðaskifti, eg havi hoyrt í føroyskum miðili, tað eg minnist, um jús ...

2020-04-16 16:32 Føroyskur filmur komin á Amazon

Í dag fæst filmurin hjá Sakaris Stórá Dreymar við havið á Amazon, sum ikki bara er bókahandil á netinum, men eisini stroymingartænasta, ið varpar og veitir film beint inn í stovuna, hvar tú so situr og hyggur og lurtar, ella bara slotar í eini koronakeddari kringlupausu frá Kina til Kolumbia og alla klótuna í kring.Dreams by the sea er heitið á fyrstu føroysktmæltu filmsvøruni, sum í nýggjari tíð er gjørd til altjóða marknaðin í spælifilmslongd, ikki bara til gamla og viðurkenda biografin, har fólk møtast í felag, men nú eisini til heimabiografin, har tú sjálv situr. Eitt kærkomið høvið at sty ...

2020-04-15 11:10 Tykisturistur í fjarstýrdari ferðavinnu

Bretski ferðabókahøvundurin, Tim Ecott, skrivar í dag í avísini The Guardian um at ferðast í Føroyum á ein heilt nýggjan hátt, sum var tað eitt fjarstýrt telduspæl. Vit kundu kalla ferðafólkið ein tykisturist.Tú kanst sita á eini sofu í London og umvegis remote-tourism.com fáa samband við ein føroyskan ferðaleiðara, har tú gert av, hvar hann ella hon fara við myndatólinum.Á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands byrjaðu tey við at seta spurningin:- Hugsa tær, um vit kundu bjóðað fólki úr hvørjum króki í heiminum at uppliva oyggjarnar sum tykisturistar gjøgnum eyguni á einum lokalum ferðaleiðara? ...

2020-04-13 19:47 Margretha, fyrigev teimum!

Foto: Ole WichEinaferð, tá kreppan var í botni, og eg var á norðurlendskum samstarvsskeiði í Ebeltoft, tað mundi vera fyrrapartin í 1990’unum, fór eg á heimferðini, sum var um Keypmannahavn, til fótbóltsdyst í Parkini, har føroyska og danska fótbóltslandsliðið skuldi møtast á ein heilt nýggjan hátt, sum sjálvt eg ikki hevði sæð fyrr.Í ølsteðginum, tílíkt hava tey í fótbólti, ein ølsteðg, var ein dani, sum í ovfarakæti vildi vísa mær, hvussu nógv hann helt við Føroyum. Hann hevði gjørt sær ein klapphatt við føroyskum navni og flaggi, sum hann manuelt kundi fjarstýra við einum enda á hvørjum van ...

2020-04-13 12:19 Føroyar millum dreym og vøku

- Eg havi altíð verið hugtikin av Norðurlondum. Seinastu árini havi eg vitjað Ísland, Noreg, Finnland og Grønland. So Føroyar komu natúrliga eisini á mín ynskilista, my bucket list, sigur Stéphane Ridard úr París á páskum, nú hansara poetiski stuttfilmur Føroyar er sleptur á Vimeo.- Tað er nakað, ið er so serstakt har norðuri hjá tykkum, sum tú ikki finnur ella sært aðrastaðni, tá tú arbeiðir sum fotografur og filmsleikstjóri, sum í báðum førum eru míni professionellu øki, my playground, sigur Stéphane.- Til hetta høvið vórðu Føroyar hin fullkomni staðurin at filma, tí veðrið skifti alla tíðin ...

2020-04-11 14:29 Har vildi eg fegin búð

Meðan dunið frá eysturevropeiskum skipum rullar inn móti føroyskum langafríggjadagslandi, dagar hesin skjøldur upp úr bakkanum. Har vildi eg fegin búð, er mín fyrsti tanki. Geri up við meg sjálvan, at omanaftur skal gongutúrurin leggjast fram við hesum húsum. Tað er í fyrsta lagi eyðsýnda útsiktin og síðan byggisniðið í lendinum, sum fangar mín áhuga. Tílíkt sæst ikki í íbúðabygging í høvuðsstaðnum, sum er mesta at líkna við eitt klondike.Fremmandu risaskipini á fjørðinum, fiskiskip og móttøkuskip, duna allan vegin tá tú gongur úti við Strond. Summstaðni slær eystandunið aftur og tú verður min ...

2020-04-04 12:46 Tað subtila

Í hesi koronatíð, har heilsumyndugleikarnir hava tikið leiðsluna, meðan sosiala samfelagsfunktiónin er sett á standby, er at finna sær okkurt at ganga upp í.Nærliggjandi er Weekendavísin. Nýkomin á telduni.Hana helt eg í pappírsformi meðan postútbering enn var leygardag.Fyrr var tað soleiðis at týsdagur var Dimmudagur og so gekk vikan, mikudagur við ymsum temabløðum, sum ikki riggaðu, og so kom Sosialurin eisini fyri seg, modernaður, við fleiri útgávum og eini framúr vikuskiftisútgávu.Tað blaðið hevur enn ein góðan redaktionellan standard, kann henda við subtilum yvirskriftum á síðu tvey.Temab ...

2020-04-02 23:16 Meistarlig ljósseting

Undir heitinum Einki eitur klokka førdi hóskvøldsdokumentarurin í Kringvarpinum okkum út til Kirkju og Hattarvík í Fugloynni og inn í tilveruna hjá trimum fólkum, Mikkjal Peturi, Emmu og Amaliu. Tvey tey fyrru havi eg sæð á filmi fyrr og minnst serliga útisiglaran, Mikkjal Petur, úr frálíka filmin hjá Teiti Árnasyni Dahl, Burturhugur, sum varð frumsýndur á Listastevnuni í 2001. Fyrsta føroyska listaátak, sum veruliga gjørdi mun, og skapti líkindi fyri listaligum upplivingum í landinum.Men aftur til hóskvøldið.Umframt túnini millum tøttu húsini, takpláturnar, skotini niðan og oman, vindeyguni ú ...

2020-03-29 22:56 Sangur sum kúgan í konturleysum koronadøgum

Fríggjakvøldið vann filmurin Songs of Repression, Sangir sum kúga, altjóða virðislønina Dox:Award og Politiken:Danish:Dox Award í Keypmannahavn. Filmurin, sum er um eina anakronistiska týska niðursetubygd og restirnar av eini evangeliskari samkomu undir Andesfjøllum í Kili beint nú, sæst á cphdox.dk/online til og við 5. apríl.Tað er tey bæði Estephan Wagner úr Kili og Marianne Hougen-Moraga úr Danmark, sum hava gjørt filmin, ið er hálvan annan tíma til longdar.The Act of Killing og The Look of Silence eru millum mongu heimildarfilmarnar, sum sama danska framleiðslufelagið Final Cut For Real lo ...

2020-03-27 14:40 Hetta var ikki gott nokk

Havi verið framúr fegin um formidlingina av og um koronasmittuna í Degi og Viku seinastu tíðina. Men í gjárkvøldið gekk av skriðuni. Ein fakmaður tosaði um talvur og frymlar, men fotografurin á vaktini fangaði ikki talvurnar. Hvussu verturin so vildi, so krøkti faktalan ikki í myndirnar, tí tær vóru ikki har. Tá tær eina løtuni kortini vóru har, so var alt farið framvið og hevði fingið nýggjar útleggingar, tilsipingar og fótnotur, sum bara tey kønu í matametikk skilja, so vítt eg hoyrdi, fyri yvirhøvur at kunna skilja innslagið og fylgja við í fólksins almannamiðili.Í morgun hoyrdi eg tíðindal ...

2020-03-25 14:16 Móðurmálsdagin: Ábyrgd

Móðurmálsdagin skrivar leikstjórin, Katrin Joensen-Næs, soleiðis um egna filmin Ábyrgd, sum skuldi havt verið frumsýndur í Filmsfelagnum í kvøld, men er útsettur í óvissa tíð, tí biografurin er stongdur av vanda fyri koronusmittu:Filmur hevur altíð havt ein stóran týdning í mínum lívið, sum fer langt út um undirhald. Tá eg hyggi eftir einum filmi, verða míni sjónarmið víðkað og míni evni, at seta meg inn í støðurnar hjá mínum medmenniskjum, betur.Søgan, ið vit vilja siga, er um, hvussu tað er at vera avvarðandi at sálarliga sjúkum. Eg havi sæð nógvar filmar, ið snúgva seg um sálarliga sjúk, me ...

2020-03-18 16:46 Púra forelskaður í Føroyum!

- Hann er púra forelskaður í Føroyum, sigur bókhandlarin Kári Árting, sum hevur lisið nýggju bókina hjá Tim Ecott The Land of Maybe - a Faroe Islands Year.Omanfyri sæst høvundurin í lokala bretska bókahandlinum, har konan Jessica tók myndina. Legg til merkis klistrimerkið local author á fyrstu bókini ovast til vinstru.Í ellivu ár hevur Tim Ecott javnan vitjað í Føroyum, fyrstu ferð sum gestur hjá Atlantsflogi. Tað er forlagið Short Books í London, sum hevur givið nýggju ferðabókina út. Greitt er at høvundurin, sum hevur arbeitt fyri BBC og givið bøkur út á Penguin forlagnum, hevur serligan áhu ...

2020-03-16 13:33 Ravnur - føroyski talukennarin

Ein føroysk teldutala av tekst-til-talu slagnum varð ment í 2005. Teldutalan hevur verið virkin í mong ár og semja er um, at hon hevur verið til stóra nyttu hjá blindum, sjónveikum, lesiveikum og orðblindum. Teldutalan varð eisini roynd við tekstum á hesum bloggi.- Tað er serliga frá hesum brúkarabólkum at ynski hevur verið frammi um, at vit nú eisini fáa ein føroyskan talukennara, tala-til-tekst, sum tey siga, har tosað verður á føroyskum, og at hetta kemur á skrift. Tað vil siga, at vit her tosa um teldu, telefon ella aðrar pallar, har hugsandi er at samskifta, siga málfrøðingarnir Annika Si ...

2020-03-12 22:11 Kringvarp av fyrstu parkett

Kringvarpið av fyrstu parkett, bæði í útvarpi og sjónvarpi, tað havi eg ikki roynt í mong ár. Men í dag varð tað.Og tó byrjaði tað við eini fyriboðan í gjárkvøldið, tá danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, hevði eina statesman røðu, sum fekk meg at støðga á, hóast eg var á veg í biograf at síggja nýggja danska terrorfilmin Krudttønden.Heimliga støðan, mest sum undantaksstøða, gav filminum ein brodd, sum gjørdi hann autentiskt viðkomandi millum Charlie Hebdo í París og hendingina í Keypmannahavn fyri bara fimm árum síðan. Tí vóru vónir og væntanir til løgmansrøðuna til fólkið í morgun ser ...

2020-02-28 08:00 Er filmurin góður ella týdningarmikil?

Inngangsorð til filmin "A Hidden Life" (Terrence Malick 2019 USA 173 min) í Filmsfelagnum 26. februar:Er filmurin góður ella er hann týdningarmikil?Tað er so ymiskt, hvussu vit fata film ella bara hyggja eftir filmi. Tað er eisini so ymiskt, hvussu vit síggja ein film, hvussu kringumstøðurnar eru, ella hvussu vit minnast ein film, sum vit kanska alt okkara lív hava borið uppá.Kanska rivnar minnið, tá vit síggja filmin umaftur.Og lat meg beinanvegin siga, at tað var her inni at eg sá “In The Heat of the Night”, helst 12 ára gamal í 1969. Tá var filmurin tvey ára gamal. Havi nýliga sæð hann aftu ...

2020-02-27 18:21 Nógvar dyr latnar upp, nú Sakaris ger nýggjan film

Sum filmsleikstjóri kennir Sakaris Stórá seg heima í Berlin. Her var hann fyrstu ferð í 2010 á talent legu í eina viku fyri ung fólk, ið hava kosið sær film sum listagrein. Á myndini niðanfyri sæst hann longst til høgru.- Tað var læruríkasta vikan í lívum, sigur Sakaris í Kaffihúsinum í Havn í dag, júst afturkomin úr týska høvuðsstaðnum, sum hýsir heimsins stórstu filmsstevnu mált eftir áskoðaratali.- Hugsa tær, hvussu nógv føroyskur filmur hevur flutt seg hesi árini síðan 2010. Tá varð filmur fyri meg nakað ræðuliga fremmant, og føroyskur filmur var í og fyri seg rættuliga fremmandur, hóast v ...

2020-02-25 07:25 Hundrað um dagin

Suðurkoreanski filmurin Parasite fer gjøgnum heilt. Hundrað fólk síggja hann um dagin í Føroyum, her Filmsfelagið vísti hann fyrstu ferð hin 5. februar í fulsettum hølum, sum var mikudagurin undan Oscarhandanini í Hollywood.Filmsfelagið sýnir film mikukvøld í Havnar Bio.Parasite, sum nú hevur verið vístur í ellivu dagar í Føroyum, er hin fyrsti at vinna Oscarvirðislønina sum besti filmur, hóast hann ikki er á enskum.Tað er eitt nýbrot í sýningarviðurskiftum í øllum heimsins biografum, at aðrir enn enskt mæltir filmar vinna slíkan heiður og frama.Í Danmark, sum vit ofta sammeta okkum við, hava ...

2020-02-24 14:16 Einki kann sum filmur flyta fjøll!

- Kann filmur bróta niður fordómar og skapa nýggja fatan millum fólk og lond? Spyr danski útvarpsverturin og filmsummælarin Per Juul Carlsen.- Jú, sigur grønlendski filmsframleiðarin Emile Hertling Péronard og vísir til undirvísingarportalin Levende Grønland.Har ber til at síggja tríggjar rættuliga nýggjar filmar um Grønland, Sumé - lyden af en revolution (Inuk Silis Høegh, Grønland, 2014 76 min), Lykkelænder (Lasse Lau, Danmark, 2018 71 min) og Håbets Ø (Sturla Pilskog og Sidse Torstholm Larsen, Danmark, 2019 77 min).Per Juul Carlsen, sum fyrr hevur havt fínu sjónvarpssendingina Filmselskabet ...

2020-02-20 14:31 Filmur um krígsnoktaran Franz Jägerstätter (1907-1943)

A Hidden Life er heitið á nýggjasta stórfilminum hjá kenda amerikanska leikstjóranum Terrence Malick (f.1943), sum í 2011 gjørdi The Tree of Life.At síggja henda stóra filmin á stórum lørifti er sum at fara til altars, skrivaði Owen Gleiberman úr Cannes, tá hann ummældi filmin fyri heimsins elsta filmstíðarrit, Variety:The movie is cinema at its mightiest and holiest. It’s a movie you don’t just watch; it’s a movie you enter, like a cathedral of the senses. Some, in fact, will prove resistant to it (it was not universally beloved), but A Hidden Life as much as any film I’ve seen in the 21st ce ...

2020-02-17 07:05 Michelin stjørnur í Norðurlondum

Fyri seks árum síðan fór Michelin undir eina egna norðurlendska guide The Michelin Guide Nordic Countries. Klokkan fýra seinrapartin í dag er átakið fyrstu ferð í Noregi, tá Ólavshøllin í Tróndheimi er karmur um nýggju stjørnurnar og allar stjørnubroytingar á norðurlendskum Michelin matstovum.Tað upplýsir Næringsforeningen i Trondheimsregionen, NIT, har Michelinstjørnumatstovurnar Fagn og Credo eru. Seinna matstovan fekk eisini bærekraftsprisen í fjør. Júst burðardygd er ein nýggj skipan hjá Michelin.Føroyska matstovan Koks hevur fyrr fingið bæði eina og tvær Michelin stjørnur. Í dag verður ku ...

2020-02-16 17:52 Búi og Gudmundur vunnu

Á áttanda sinni vórðu føroysku filmsvirðislønirnar, Geytin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 15. februar. Búi Dam og Dánjal á Neystabø fingu Geytan fyri eksistentiella barnafilmin Hví eru vit her? og Gudmund Helmsdal fekk Áskoðaravirðislønina fyri Trøllabeiggi, sum hevur spælandi undirheitið ein Skerpiwestern. Á myndini omanfyri síggjast Búi og Gudmundur. Dánjal var burturstaddur.Her sæst fegni Geytavinnarin, Búi Dam, saman við ommuni í vinnarfilminum, sum er Mariann Hansen, og á niðaru myndini er hann saman við Tjóðhild Patursson.Her er hin i ...

2020-02-14 12:24 Hví kennast vit ikki við okkara egna?

Hóskvøldsdimman byrjar sum allar góðar avísir eiga at byrja, við eini oddagrein, sum er skrivað til høvið, dagin og yvirskipaða evnið í tíðindameldrinum. Og tað er filmur.Betri yvirskrift í Føroya fyri sovítt elsta blaði enn Filmsdagar kann eg ikki hugsa mær. Takk fyri tað ELJ, nú tú gevst og avísin vónandi heldur fram.Tí pappírsavísirnar eru ikki tiltakandi. Tær eru vorðnar ein anakronisma í tiltakandi gjónni millum tey vitanarsterku og tey vitanarveiku.Tey fyrru liva í og við pull-miðlum, sum tey hála til sín, tá tey hava tørv á tí, eftir ein góðan feinsmeckeradøgurða, ropandi av Pingusreyðv ...

2020-02-13 22:37 Robert M. Goodman er gestadómari

Amerikanski Robert M. Goodman, sum hevur meir enn 30 ára royndir úr filmsvinnuni, verður innboðni dómarin í Geytadómsnevndini leygardagin. Orsøkin er, at konan, Anita Reher, sum er stjóri í Nordisk Panorama, hevur fingið forfall.Maðurin, Robert M. Goodman, hevur verið í uppskoti at vinna Emmy-virðislønina, hann er leikstjóri, fotografur, framleiðari og høvundur. Og so hevur hann arbeitt við øllum sløgum av filmi heilt frá turrisligum heimildarfilmi til tølandi lýsingafilm.Innan Robert flutti til Danmarkar at búgva, var hann professari á The Art Institute of Philadelphia. Har undirvísti hann í ...

2020-02-12 07:39 Satira, ein føroysk statusrapport

Í ein sólarring ella so havi eg hildið, at hetta var ein nýggj satirustjørna, sum Føroya fremsti útvarpssatirikari, ið hevur ligið í dvala síðan seinastu øld, hevur borið fram, nývaknaður.Enn eri eg ikki sannførdur um, at hetta innslag er satira, hóast figururin sipar beint til Pipar & Salt úr farnu øld. Men eg haldi ikki at aktuella innslagið er komið har upp enn. Tað er í hvussu er ikki góð satira, tí hon inniheldur ikki forteljaraelementini í góðari satiru, sum teir báðir kryddarnir hava gróðursett fyri nokk so langari tíð síðan.Hinvegin, góðar satirustjørnur liva ikki í Føroyum, tær eru fl ...

2020-02-11 12:20 Nielsen veit

Síðan 1923 hevur mátingarstovan Nielsen mált upp og talt, hvussu nógv gera hvat í ymsum høpi, seinast til Oscartiltakið, tá mált varð hvussu nógv hugdu.Grundarin, Arthur C. Nielsen, sum var av danskari ætt, doyði 82 ára gamal í 1980. Hann varð føddur og doyði í Chichago.Hóast Oscartiltakið er tað mest sædda innan film, sigur Nielsen mátingarstovan sambært ABC, sum sendi tiltakið laiv, at aldri áður hava so fáir amerikanarar fylgt við Oscarvirðislønunum.Altjóða filmsmiðlar siga, at tað fer helst at geva amerikanska filmsakademinum nakað at hugsa um, nú heldur eingin vertur var í ár, og nakað so ...

2020-02-11 11:36 Anita Reher er innbodni Geytadómarin

Innbodni Geytadómarin í ár er danska Anita Reher, ið fyri tveimum árum síðan tók við sum stjóri fyri filmstevnuna Nordisk Panorama eftir Søren Poulsen, sum tá hevði sitið í trý ár.Við heimasíðuna hjá Nordisk TV og Filmfond segði Anita Reher tá.“I am thrilled to be joining the Nordic family of storytellers and reconnecting with old and new friends. I look forward to continuing what has been Nordisk Panorama’s strength - promoting documentary and short film talent for 30 years and renewing that strength for a new generation of filmmakers. My goal, in the ever-changing media landscape, is to keep ...

2020-02-10 14:25 Týdningurin av listini

Samrøða og framførsla - Hvønn leiklut hevur listin í dagsins samfelag?Tiltakið er partur av TÓFF og er fyriskipað av FilmshúsinumHvønn leiklut hevur listin í dagsins samfelag?Listin hevur altíð havt ein týðandi leiklut í heiminum. Um vit fara langt aftur í tíð og heilt fram til nýtímans samfelag, síggja vit, at listin altíð hevur havt og hevur enn ein týðandi týdning í samfelagnum. Hetta er framvegis galdandi hóast ymsu leiklutirnar, listin hevur í ymsu samfeløgum.Í vesturheiminum í dag verður listin ikki løgd undir kirkju ella krøv frá teimun ráðandi, men tað eru listafólkini sjálvi, ið fáa f ...

2020-02-06 21:50 Tíggju í Fokus í Lítluvík

Tíggju limir í Myndafelagnum Fokus gera í kvøld klárt til fotoframsýning, sum letur upp við 49 myndum í Smiðjuni í Lítluvík í morgin, fríggjadagin 7. februar kl. 14:00. - Kaffi er á kannuni og øll eru vælkomin, sigur Óli Lindenskov. Opið verður til og við týsdegnum 11. februar. Óli hevur millum annað verið í Sandoynni og fotograferað við Gívrinar hol.Fyrst er at tryggja sær, at alt er í vater og hongur harmoniskt út frá hornunum í gomlu grótlagaðu veggunum í hvíttkálkaðu smiðjuni. Eitt reyðlýsandi niveleringsapparat tryggjar at alt hongur í vater.Myndafelagið Fokus varð stovnað í 2009 og hevur ...

2020-02-06 17:10 Bió Paradís má víkja fyri byggispekulantum

- Hin fyrsta mai í ár lata vit aftur! Soleiðis sigur framúr væleydnaði og virkni listabiografurin, Bió Paradís, á heimasíðuni og á uppsløgum. Nýskapandi listabiografurin, sum er í miðbýnum í Reykjavík, er hin einasti av slagnum í Íslandi.Bió Paradís, sum við stórari eydnu hevur virkað í miðbýnum í Reykjavík í tíggju ár, er limur í óhefta áhugafelagsskapinum The International Confederation of Arthouse Cinemas, sum varð stovnaður í 1955, og telur 1170 limabiografar í 68 londum.Christian Bräuer, sum til gerandis rekur AG Kino í Berlin, er formaður. Í opnum brævi skrivar hann til øll filmshugaði í ...

2020-02-05 11:34 Øll vilja síggja film

Øll vilja síggja film, kendan og miðsavnaðan frá ógvusliga stórum stroymingartænastum, sum bjóða serliga børnum tað nýggjasta av tí nýggjasta, ikki so nógv við fólkaupplýsing, sum við egnum vinningi fyri eyga.Tíðin við fólksligari upplýsing av publicservic-slagnum í lokala skúlanum, mentanarhúsinum ella bókasavninuum er farin.Rákið er beint øvugt av tí individualistiska, sum er frammi allastaðni, har tað verður billað okkum inn, at við at velja í okkara egnu stovu, so eru vit harrar yvir allari tilgongd av undirhaldi, tíðindum og informatión. Halda vit, tí útbjóðarin sigur tað vera so.Tað løgn ...

2020-02-04 09:43 William á loftinum

Hvørt hóskvøld fram til Grækarismessu ber til at lurta eftir skaldsøguni hjá Williami Heinesen Móðir Sjeystjørna. Upplesturin byrjaði tá hildið varð Vetrarljós síðsta vikuskifti og Gunnvá Zachariasen las fyrstu partarnar í intima kjallaranum í søguliga handlinum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har matstova er í dag. Komandi upplestrarnir úr Móðir Sjeystjørnu verða á loftinum hjá Katrinu Christiansen hvørt hóskvøld klokkan átta.Tiltakið, har sjónleikarar fara at lesa, rópast skýmingarløta.- Unni tykkum eina løtu, har tit lurta eftir einari beinleiðis framhaldssøgu eftir føroya fremsta ...

2020-02-01 15:25 Aðalroyndin og grundleggjandi tankin handan Glasir eitt fríggjakvøld

Fyri tíggju árum síðan segði Egon Øregaard, at sangleikurin Jesus Christ Superstar var aðalroyndin, tá hugsað varð um komandi Skúladepilin við Marknagil. Tá sóu 8000 fólk leikin í Norðurlandahúsinum. Á heimavølli í dag sigur rektarin, Steinbjørn Hardlei, at sangleikurin Cabaret ítøkiliga vísir, hvør grundleggjandi tankin handan Glasir er.Fríggjakvøldið sá eg leikin Cabaret við støði í handritinum hjá Joe Masteroff (1919-2018) og sangunum hjá kendu samstarvsfeløgunum John Kander (f.1927) og Fred Ebb (1928-2004), sum eisini gjørdu eyðkennissangin til Scorsesefilmin New York, New York, ið aftur b ...

2020-01-30 14:14 Meira pengar til spælistøð, sum longu eru skattafíggjað!

Nú árið er byrjað, er tað ivaleyst gingið upp fyri fleiri, at forsetaval verður í USA. Hetta minna miðlarnir okkum á hvønn dag, tí Donald Trump er so íðin at tvitra við tí avmarkaða orðatilfari, sum har er. Men samstundis munnu fólk hava varnast, at tað eisini er farið at prutla undir kommunalu grýtulokunum í føroyska heimakøkinum, tí eina viku eftir amerikanska forsetavalið sleppa vit á kommunuval í Føroyum.Hesa vikuna eru trý kommunalpolitisk viðurskifti sett á breddan í høvuðsstaðnum, sum er lokomotivið, ið dregur tjóðina út í heim, so segði hann, Heðin kongur á sinni. Og eg eri ikki ósamdu ...

2020-01-29 23:41 Krígsfotografar í Føroyum

Henrik Bohn Ipsen, fotografur, fremst fyri, og Boris Benjamin Bertram, leikstjóri, aftanfyri, avmyndaðir í gongini í Havnar Bio, har Filmsfelagið sýndi heimildarfilmin Krigsfotografen, har teir fylgja og lýsa ein av heimsins bestu av slagnum, Jan Grarup.Filmsfelagið tók stig til vitjanina, sum Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, fíggjaði. Í morgin, hósdag 30. januar, hava teir báðir master class í Filmshúsinum og fríggjadagin fara teir avstað aftur.Filmshúsið hevur júst kunngjørt ein drúgva og spennandi skrá, sum røkkur heilt framm til filmstevnuna í Cannes í mai, har ætlanini er at ver ...

2020-01-26 21:26 Andrias vann Robert virðislønina

Við filminum Ikki illa meint (2019), sum helst er einasta føroyska søga, ið tekur støði í Facebook, vann Andrias Høgenni í kvøld donsku Robert-virðislønina fyri besta stuttfilm.Virðislønin er nevnd eftir kenda og sjálvlærda danska listamanninum Robert Jacobsen (1912-1993), sum eisini gjørd standmyndina, ið vigar ikki minni enn 940 gramm og hvørt ár verður gjørd í sama stoypiformi á Holbæk Jernstøberi.Undirvísingarportalurin Snar hevur keypt rættindini til at brúka Ikki illa meint og aðrar filmar hjá Andriasi og øðrum føroyskum filmslistafólkum til skúlabrúks.Í sambandi við uppgávur um filmin, ...

2020-01-25 14:11 Tá veruleikin yvirhálar fiktiónina

Í gjár varð heimildarfilmurin Into the Deep frumsýndur á Sundance filmstevnuni, sum Robert Redford fór undir í Salt Lake City í 1978. Stevnan er hin størsta av independent slagnum í USA.Into the Deep er fyrsti filmur, sum avstralska Emma Sullivan hevur gjørt. Hon arbeiðir í Berlin og Melbourne og hevur gjørt avtalu við Netflix bæði at gera og at vísa skakandi heimildarfilmin, sum á okkara leiðum ivaleyst fer at yvirhála alla uppspunna fiktion á løriftinum í ár.Eitt ár innan danski Peter Madsen drap svensku Kim Wall umborð á kavbátinum Nautilus og sundurlimaði hana sum var hon eitt dýr, hevur E ...

2020-01-24 11:54 Wikipedia við 6 milliónum greinum

Onkuntíð brúka vit frámerkið vitanarsamfelagið, sum um vitan er eitt nýtt samfelagsligt fyribrigdi og ikki var til fyrr, vitanin.Wikipedia fekk meg at venda hesum tanka eina ferð eyka í morgun. Orsøkin er, at nú eru ikki færri enn 6 milliónir greinar at finna á ensku Wikipedia.Tað var í gjár, at høvundurin Rosiestep skrivaði eina grein um eina kanadiska lærarinnu í 19. øld, sum eg einki visti um. Tað var grein nummar 6 millión.Hvat er vitan? Hvør nytta er í henni, vitanini, og hvat gagn hevur tú sum brúkari av vitanini um eitt ávíst evni til eitt ávíst høvið? Og er vitan eitt definitivt fyribr ...

2020-01-23 15:26 Staðleysa tjóðleikhúsið

“Hví skulu vit hava eitt nýtt tjóðleikhús”, spyr útvarpsmaðurin verandi stjóran á Tjóðpallinum í høvuðsstaðnum í gjár. Stjórin svarar, men útvarpsmaðurin er ikki nøgdur og spyr lurtarans vegna uppaftur: “Hvat er tað, vit skulu hava?”Um tað er so, at eg eri ein av lurtarunum í huganum hjá útvarpsmanninum, so umhugsi eg at skifta navn til Rindal.Landstýrismaðurin við mentamálum verður í somu sending eisini spurdur um ein tjóðpall. Og eg má siga, at í hesum føri havi eg ikki hoyrt betri funderaðan og lurtaravinarligari politikara á mentaøkinum enn tað sama.Men útvarpsmaðurin, mín talsmaður, er sp ...

2020-01-23 06:30 Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel?

Mikukvøldið 22. januar vísti Filmsfelagið fyri fulsettari biohøll Aretha Franklin - Amazing Grace (Sidney Pollack, Alan Elliot 2019 87 min). Knút Háberg Eysturstein innleiddi sýningina við hesum orðum:Hvat var verðin uttan kirkjur, og hvat var tónleikur uttan gospel? Gospel merkir “evangelium” ella “gleðiboðskapur”. Enski tónleikarin Mark Hollis var sangari í navnframa tónleikabólkinum Talk Talk, men livdi annars eina rættiliga gátuføra tilveru inntil hann andaðist fyri einum ári síðani í januar 2019. Hollis segði einaferð um tað at syngja, at tað snúði seg í grundini um dygd (“virtue”) og per ...

2020-01-21 00:43 Tríggir filmar um Holocaust

Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar um Holocaust, har føroyingar siga frá.Kendi Útvarpsverturin, Petur Rouch, greiðir frá um ferð, sum hann og konan, Birgit, gjørdu til týska býin München at vitja samkynda sonin, Búa.Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk.Trýst á filmin og tú sært hann.Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind í Nazitýsklandi undir krígnum.- Í dag kundi tað verið eg og tú, sigur Tóra í eina stuttfilminum.Trýst á filmin og tú sært hann.- Visti tú av, at føroyingar bjargaðu jødum u ...

2020-01-17 12:13 Góður betri bestur

Einki er sum ein góður filmur. Men uppaftur betri eru fleiri góðir filmar á rað. Tað er best.Nú er mikudagsskráin í Filmsfelagnum aftur dagførd við tí mesta áhugaverda á biografmarknaðin beint nú. Tað sigur profilurin á Facebook og heimasíðan hjá Havnar Bio.Her eru besta gospelkonsertin nakrantíð (hon er 48 ára gomul), lívið hjá kendasta danska krígsfotografinum á hermótinum og heima við master class í Filmshúsinum, suðurkoreanski Oscarfavoritturin Parasite um æviga stættarsamfelagið, norski Disco, sum við vakra ungdómsleiðaranum førir okkum inn í eina fríkirkjumeinigheit, franskt portrett av ...

2020-01-16 12:38 James Bond var her

James Bond var her, tað sigur Jógvan Joensen, festari á Kallsgarði á Trøllanesi.Hetta hevur verið dult sum mansmorð, men orðini fullu í práti við Hall av Rana um ferðavinnu á útoyggj í sendingini Breddin í Útvarpinum í gjár.Víðari sigur bersøgni bóndin í Kalsoynni, at einki uttan kvalir hava staðist av ferðavinnuni.Men tá James Bond kom úr London og vitjaði her úti í fjør heyst, kendu tey allar mannagongdir um at ganga í náttúrini, til forskel frá øllum øðrum, sum gera tað sama. Øll loyvi vóru fingin, og James Bond og tey løgdu meira eftir seg, enn øll ferðavinnan hevur givið síðan hon tók seg ...

2020-01-16 01:10 Vit fyrireika okkum at halda almennan Holocaust-dag

Til vinstru sæst Herminia Daeden, attaché fyri franskt mál á Institut Français í Keypmannahavn, og til høgru Hanna Jensen, sum er franskur konsul í Føroyum, miðnámsskúlalærari á Kambsdali og fyrrverandi landstýrskvinna við skúlamálum.Herminia, sum er her í sambandi við skeiðsvirksemi hjá fransktlærarum í Føroyum, ynskir samstarv við Filmsfelagið um nýggjan franskan film.Tær báðar vóru millum áskoðararnar í Filmsfelagnum í kvøld, har Holocaust-satiran "Jojo Rabbit" varð sýnd. Vanligt er í Filmsfelagnum at mikukvøld innleiðir ein vælvaldur persónur sýningina.Hanna Jensen helt hesa røðu innan fil ...

2020-01-15 14:29 Áttanda Geytakvøldið kunngjørt

Leygarkvøldið 15. februar verða Geytavirðislønin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu latnar bestu føroysku stuttfilmunum í Norðurlandahúsinum.Til áttandu filmskappingina eru komnir 20 filmar. Úr innkomnu rúgvuni hevur dómsnevndin valt 8 filmar, sum verða karmurin um Geytakvøldið í ár.Eyðkennið fyri innkomnu filmarnar er dirvi, fjølbroytni og hugurin at ganga nýggjar eksperimenterandi leiðir.Talan er um ymisk filmsløg, sum hvør í sínum lagi tala til ymsar málbólkar. Harumframt royna innkomnu filmarnir at náa ymisk støði í stíli, og størri dentur verður nú lagdur á sjónleikin og leikstjórnan ...

2020-01-14 09:20 Dagsins bók

Dagsins bók, er hon, sum Jóan Pauli Joensen greiddi frá um í almannavarpinum í morgun. Hann skal ritstjórna eini føroyskari útgávu, sum skal gevast út á føroyskum, donskum og enskum og í talgildum líki.Síðan eg rendi meg í hana á einum antikvariati á Vesturbrúgv í Keypmannahavn, hevur hon staðið komplett á bókahillini sum eitt møbilstykki, Trap Danmark, í útgávu frá 1930, tá Gunnar Knudsen í Charlottenlund og E. Weitemeyer, høvdu brúkt 11 ár til ritstjórnararbeiði av hesum níggjunda bindi av tilsamans tíggju. Tað siga teir í fororðunum.Eisini verður sagt at Færø Amt parturin, sum er í hesum bi ...

2020-01-13 21:13 Krígsfotografurin - filmur og masterclass

Mikudagin 29. januar kl 20:00 vísir Filmsfelagið danska filmin Krígsfotografurin. Filmshúsið hevur boðið leikstjarnum, Boris Benjamin Bertram, og fotografinum, Henrik Bohn Ipsen, til Føroya í hesum sambandi.Eftir sýningina fara teir báðir at tosa um filmin og at svara spurningum í Havnar Bio, har Filmsfelagið vísir film hvørt mikukvøld. Tina í Dali Wagner, sum er stjóri í Filmshúsinum, fer at stýra prátinum, og Ole Wich fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum.Í seks ár hava Boris og Henrik fylgt kenda krígsfotografinum Jan Grarup til arbeiðis í lívshættisligum krígsøkjum úti í verðini og so ...

2020-01-13 21:07 Nógv fólk í biograf

Ongantíð áður hava so nógv fólk gingið í biograf sum nú. Tað sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio, har Filmsfelagið vísir film hvørt mikukvøld..Beint nú hava ikki færri enn 528 fólk sæð heimildarfilmin "Marianne & Leonard: Words of Love" í Filmsfelagnum.Tónleikafilmar av hesum slag hava altíð verið serstakliga vælumtóktir í biografinum.Fýra av døgunum millum jól og nýggjár vóru størstu dagar nakrantíð hjá Havnar Bio.Mest sæddu filmar í undanfarna ári vóru:1 Løvernes Konge2 Avengers Endgame3 The Birdcatcher's Son4 Joker5 Frost 26 Aladdin7 Sådan træner du din drage 38 Spier Man: Far Fr ...

2020-01-13 13:06 Í fyrstuni var myndin

Aftur í dag var eg mintur á ósvitaligu styrkina í myndini. Ein so ósvitalig styrki, at í minsta lagi eftirlit má til, og hjálpir tað ikki, so er tað fyrst ávaring og síðan fullkomið bann, eyðablikkiligt myndabann.Tað minti Facebook meg á í dag, nú kjøt verður selt frá bóndanum í Búðini úti á Heyggi á Velbastað.Tað púra gerandisliga, sum er í matsølu, og tað púra natúrliga, sum er í heimligum slakti, verður skrásett sum vandamikið og niðurbrótandi í altjóða eygum.Í einum automatiseraðum snareftirliti fer pengasterkasta fyritøka í verðini instantly eftir føroysku myndini, at rætta staðbundna for ...

2020-01-10 12:56 Bilisma fer at taka lívið av okkum

Nú er aftur kjak um, hvar Tjóðleikhúsið skal verða. Áki, sum situr í Suðuroy, skrivar á Portalinum í dag, at 2400 borgarar hava mótmælt, at ein Tjóðpallur skal vera har, sum bæði kommuna og landstýrið hava peikað á í fleiri harrans ár, nevniliga á Skálatrøð í Havn.Men út til ovurhondsstóra parkeringsplássið, sum kommunan umsitur av einslistum fyri okkara skattapening, er ein handil, sum eigur mest sum allar bygningar, ið longu verða leigaðir út til ymisk privatpeningalig og profittmaksimerandi endamál, eisini til tað almenna skattasystemið. Í hesum eina handli hava viðskiftafólkini um skivuna ...

2020-01-10 09:12 Ber til at gera satiru úr Holocaust?

Fyrsti almenni føroyski dagur til minnis um Holocaust nærkast. Dagurin er 27. januar og skal eftir samtykt í Løgtinginum hereftir haldast í Føroyum. Orsøkin til at júst hesin dagur er valdur er, at 27. januar fyri 75 árum síðan bjargaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødum og øðrum kúgaðum fólkum úr týningarleguni Auschwitz-Birkenau.Sum upptakt til fyrsta Holocaustdagin í Føroyum fer Filmsfelagið at vísa spildurnýggja filmin Jojo Rabbit, sum nýsælendski Taika Waititi hevur gjørt úr søguni Caging Skies. Taika Waititi er jødi og maori.Hanna Jensen fer at innleiða sýningina, sum er mikudagi ...

2020-01-09 14:00 Sigert á russiskum

Í fyrrárið var eg í Moskva at vísa føroyskan stuttfilm saman við Bjørn Kunoy í Dom Kino mitt í býnum. Í elevatorinum upp til biografin, sigur ein djúp rødd: ”Gott kvøld og vælkomin til Moskva!” Eg hvakk við, tí hvussu sært tú á fólki, at tey duga føroyskt?Tað var Andrei Melnikov, sum ikki bara dugdi føroyskt, men eisini øll mál úr okkara grannalondum. Eg varð bergtikin.Tá bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum møttust vit aftur, tí hann legði fram bókina um Sigert í Kirkjubø á russiskum. Ja, á russiskum.Men hvussu í allar víðu verð bleiv tað til?- Nú skal eg fortelja, hvussu hugskotið um útgávuna ...

2020-01-09 01:11 Eydnan er at finna...

Tað er mánakvøld í ivaveðri og eg møti Edward Fuglø í durinum í Tjóðleikhúsinum í miðbynum í Havn. Har hevur hann gjørt pallmyndina til satiriska skemtileikin Kynstrið at vera eydnusamur, ið byggir á tesur hjá týska heimspekinginum Schopenhauer, sum varð føddur fyri meir enn 230 árum síðan, og sum ein annar klaksvíkingur, Anfinnur Heinesen, hevur leikstjórnað og sjálvur triði spælir við í.Jenny Petersen gevur mær eitt nummar á bringuna, og innkomin uppdagi eg, at høllin er ein kulissa, øll sum hon er. Stólar og sofur at sita í, sum vóru vit í Dugna á Hjalla ella í einum risastórum endurnýtsluh ...

2020-01-06 17:47 Andrias tilnevndur Robert-virðisløn

Hvørt ár skipar Danska Filmakademiið fyri at Robertvirðislønin verður handað nýggjum filmum, stuttum og langum.Í dag eru øll tey tilnevndu kunngjørd og greitt er, at Andrias Høgenni er ein teirra.Tað er fyri stuttfilmin Ikki illa meint, sum í fjør varð vístur í Cannes og fekk Canal+ virðislønina.Í báðum førum er tað fyrstu ferð at ein føroyskur filmur hevur verið vístur í tílíkum kappingum.Frammanundan hevði filmurin vunnið Geytan.Sum hin einasti í Føroyum, ja í øllum heiminum, hevur Andrias vunnið Geytavirðislønina tríggjar ferðir.Næsta Geytakapping verður leygardagin 15. feburar. Men tá er A ...

2020-01-02 12:59 Norsk filmsheilsan til Føroya

"Filmhøvding" man vera mest sjáldsama heitið, eg havi fingið á einum jólagávupakka. Soleiðis varð í hvussu er skrivað uttan á norska smápakkan, sum um jólini kom frá fyrrverandi stjóranum á Norsk Filminstitut, Jan Erik Holst.Innihaldið var nýggja bókin To liv - Zwei Leben, sum Jan Erik hevur ritstjórnað, og sum byggir á greinar hjá høvundunum, ið niðanfyri síggjast standandi frá vinstru: Lise Gustavson, Jan Erik sjálvur, Per Haddal, Christian Boe Astrup, Bjørn Olaf Johannessen, Øivind Hanche og fremst fyri eru Jan Kløvstad, forleggjari, Trond Olav Svendsen og Bent Kvalvik. Myndin er tikin á Go ...

2019-12-27 13:29 Einarin í einingi, sum eg einki visti um

Var hetta besta útvarpssendingin í ár? Tankin kom aftur til mín, nú fjórða og seinasta sending hjá Høgna Mohr í røðini Gamli maðurin og vatnið varð endursend í dag. Í hvussu er, var hetta tann einasta útvarpssending, sum í ár fekk meg at googla leingi eftir heimildarmanninum í sendingini, Tórfinni Hansen, hvar hann býr og hvørjum fólk hann er av.Á heimasíðuni Porkeri.info gevur Torgir Strøm eitt greitt innlit í ættina hjá Tórfinni Hansen.Ann Marie Mersohn tók báðar myndirnar av Tórfinni Hansen, sum ovast og niðast sæst í hvítari troyggju, og hon skrivaði um hann fyri Lake Superior Magazine í 2 ...

2019-12-21 14:15 Life offers you chances to digress the ordinary path you follow

Agnes Sipos, sum lesur West Nordic Studies, hevur verið í starvsvenjing í Námi. Undir yvirskriftini "Life offers you chances to digress the ordinary path you follow", skrivar hon ein enskan gestablogg, har hon letur orðini flóta frítt, nú hetta skeiðið er av. Seinasta arbeiðsdag fyri jól tók starvsfelagin, Árni Øregaard, myndina av Agnes.Dear Reader,Everyone has a story to tell, but these stories are far from the instruction manuals. What is their beauty? They are imperfect and even clumsy, yet they can be transformed into moral compasses that can guide us through life. Life offers you chances ...

2019-12-19 10:38 Filmsvinnan í vanda fyri at steðga upp

Við hesum setningi heitir Felagið Føroysk Filmsfólk á Fíggjarnevndina og Føroya løgting í opnum brævi, sum er soljóðandi:"Vit eru púrasta forfard, nú ein meiriluti í Fíggjarnevndini leggur fram uppskot um at skera heilar 400.000 kr burturav eini játtan á 2,7 mio. kr í filmsstuðlinum. Hetta er eitt bakkast við lít, og forðar allari framgongd.Stórar filmsverkætlanir eru í vanda fyri at steðga upp, og nýggjar verkætlanir kunnu fara fyri skeyti. Hetta ávirkar eisini aðrar vinnur, tí brúk er fyri hópin av fólki úr óteljandi fakbólkum, til at gera eitt filmsverk.Okkara filmsvinna er ung, og krevur t ...

2019-12-18 10:47 Leggið ikki fót fyri filmsvinnuna

Við hesum setningi heitir Filmshúsið á Fíggjarnevnd løgtingsins um ikki at skerja stuðulin til føroyska filmsgerð við 400.000 krónum. Stjóri í Filmshúsinum er Tina Wagner í Dali og formaður í stýrinum fyri Filmshúsið er Jan Berg Jørgensen.Skrivið frá Filmshúsinum er soljóðandi:”Tað er eitt álvarsligt bakkast fyri føroyskan film, um ætlanirnar hjá nýggja landsstýrinum um at skerja filmsgrunnin verða veruleiki. Hetta er at leggja fót fyri tí menningini, sum er í gongd í føroyskum filmi, heldur enn at stimbra vøksturin í vinnuni.Ríkisfelagsskapurin hevur ta avleiðing, at vit ikki kunnu søkja um f ...

2019-12-17 07:46 Eingin norðurlendskur filmur í Oscarkappingini

Eingin norðurlendskur filmur er við í kappingini at vinna Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur. Tað er greitt nú Oscardómsnevndin hevur smalkað úrvalið úr upprunaligu rúgvuni við 91 altjóða spælifilmum niður í tíggju, sum aftur skal skerast niður í helvt, so fimm filmar eru eftir í kappingini 9. februar um munadyggastu filmsvirðislønina og frámerkið sum besti altjóða filmur.Henda kappingarskrá hevur altíð havt mín fremsta áhuga, tí her sæst, hvat fyriferst á filmsløriftinum kring heimin og nú eisini hjá stroymingartænastum.Suðurkoreanski filmurin Parasite, sum Gudmund Helmsdal Nielsen fe ...

2019-12-16 12:19 Til jólaborðið

So er fullur bussur av anga og kjøti til jóla. Í morgun kom starvsfelagin, Sigfríður, norðan av Eiði við árligu veðurlambskrovunum, lembd í Kollinum, og hava gingið í brøttu Skorunum út móti Norðhavinum og á Slætnabrúnni undir Melanum og Sandfelli, sum í báðum førum síggjast merkt við reyðum á kortinum niðanfyri. Um smakkurin verður bara hálvt so góður sum angin, so verður framúr.

2019-12-16 07:37 Vóru tað Holland ella Niðurlond sum vunnu?

Um vikuskiftið varð heimsmeistarkappingin í kvinnuhondbólti avgreidd í Kumamoto í Japan. Av Norðurlondum kom Noreg longst, norsku kvinnurnar spældu seg í hálvfinaluna, men eftir finaludystin millum Spania og Niðurlond, vunnu niðurlendsku kvinnurnar á teim sponsku við 30 málum móti 29. Hetta er fyrstu ferð at niðurlendsku kvinnurnar vinna heimsmeistarakappingina í hondbólti.Jú, soleiðis kallaði liðið seg sjálvt, Nederlandse damesteam, umboðað av Nederlands Handbal Verbond, tá tey møttu á vøllinum í Japan.Sum amen í kirkjuni kundi eg leita navnið fram í donskum og íslendskum ítróttamiðlum, har t ...

2019-12-13 03:03 Bestu filmar í 2019

Sjálvdan hava so nógvir filmar verið tøkir og møguligir at síggja sum í ár. Úrvalið í lokala biografinum, Havnar Bio, arthausfilmarnir í Filmsfelagnum í sama staði og so Netflix, kunnu á fyrsta sinni sigast at hava nøktað tørvin hjá tí mest frenetiska og lidinskapiliga cineastinum, óansæð aldur, kyn, útbúgving og aðrar preferansur. Her er alt til av nýggjum filmi, sum skapar kjak úti í heimi, og saknast okkurt, ja so kann tað skjótt skaffast frá veitarum, sum til dømis Camera Film í Danmark og Mer Film í Noregi.Filmur, sum fyrr var bundin av óteljandi avmarkingum, so sum ovurhonds dýrum flutni ...

2019-12-12 16:05 Her er fútabannaða samrøðan

Erikur Lindenskov skrivar á in.fo í dag, at hetta er tað, sum Kringvarpið vegna fútabann ikki sleppur at fortelja um Huawei, men sum hann kortini kann endurgeva úr danska blaðnum Berlingske, sum í dag hevur kunngjørt útskrift av samrøðuni, sum Kringvarpið av tilvild fekk upp á band hin 15. november í ár, tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, og Herálvur Joensen, aðalstjóri, samskiftu um Huawei og hóttanina frá kinesiska sendiharranum í Danmark, Feng Tie.»Herálvur: Segði eg tær, at kinesararnir vóru her?Helgi: Ja, teir skuldu komaHerálvur: Teir høvdu fund við Jenis tíðliga um morgunini, tí Jen ...

2019-12-11 07:12 Øll vita - uttan Føroyar!

Bæði Politiken og Berlingarin, sum eru stórar gamlar avísir og tíðindamiðlar í Danmark, hava seinastu dagarnar fortalt okkum heimalandsføroyingum alt um ein minutt á ljóði, har ein landstýrismaður fær turt uppá frá einum aðalstjóra - ella er tað øvugt - um 5G samstarvið við Huawei í Kina, annars missa vit kinesiska laksamarknaðin hjá Bakkafrost, sum eisini stuðlar karismatisku Kelduni, har landstýrismaðurin syngur í kóri, og annars er í sama politiska flokki sum føroyska handilsumboðið fyri Huawei, og báðir eru undir leiðslu av løgmanni, sum fyrr arbeiddi fyri konkurrerandi telefyritøkuna, sum ...

2019-12-10 08:20 Nú mugu vit styrkja føroyskt

Tað er nú alment at vit duga ov illa føroyskt. Tað sigur PISA kanningin. Men hóast nógv átøk verða nevnd í nýggjastu PISA-frágreiðingini, at bøta um vánaligu støðuna í móðurmálinum, so halda vit - tað eru almennu Føroyar - fram, sum um einki var hent.Vit manna og kvinna týdningarmestu størv við persónum, sum ikki duga tað, sum tey í Føroyum kalla teirra móðurmál.Í dag er tað ein danskt-talandi persónur, sum bæði í skrift og talu, við ein eins danskt-talandi føroyskan journalist í Kringvarpinum, tosar danskt um ein skottilburð í føroyska Miðvági. Verri og meira lívshóttandi verður tað ikki. Og ...

2019-12-06 06:44 Keldukritikkur og PISA

Undir yvirskriftini Fæst koppseting fyri falstíðindi? helt Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpinum, skeið fyri lærarum um falstíðindi, og vísti á týdningin av virknum keldukritikki í skúlanum. Skeiðið, sum varð hildið í Námi 20. november, hevði til endamáls at geva lærarum kunning um og íblástur til at læra næmingin at lesa og brúka aktuellar miðlar við kritiskum eygum.Lærarar vóru serstakliga væl nøgdir við skeiðið og søgdu í skrásettum eftirmetingum millum annað: sera væl fyrireikað, áhugavert, viðkomandi fyri meg sum undirvísara, gott at fáa innlit í hendan heimin við tíðindum og fal ...

2019-12-03 23:35 Botnurin er lyftur upp móti miðjuni

Fyri tjúgu árum síðan, setti Samstarvs- og Menningarstovnurin OECD sær fyri at bera saman førleikarnar hjá 15 ára gomlum næmingum í ymsu londunum. Hetta var byrjanin til PISA-kanningarnar, sum er stytting fyri Programme for International Student Assessment.Triðja hvørt ár skal kannast, um tey 15 ára gomlu hava fingið tað burtur úr skúlagongdini, sum stovnurin krevur, til tess at næmingarnir til fulnar skulu megna at luttaka í sosialum og fíggjarligum høpi.Í 2005 gjørdi føroyska Mentamálaráðið av, at Føroyar skuldu vera við í PISA-verkætlanini. Síðan hava Føroyar verið við í fimm kanningum: í 2 ...

2019-12-03 06:54 Broytingar í miðlalandslagnum

Í kvøld fer heimsins størsti bókahandil, Amazon, at senda fótbólt í Bretlandi. Tað skrivar fótbóltsmiðilin FourFourTwo, og vísir til tær broytingar, sum Premiere League dystir hava verið fyri tey 30 árini Sky Sports hevur sent fótbólt.Nú hevur Amazon rindað 90 milliónir bretsk pund fyri rættindini at senda 20 dystir hvørt kappingarár, trý ár á rað. “That’s certainly not the limit of Jeff Bezos’ financial reach and, most likely, it’s not the extent of his company’s ambitions in the market either. So this is a signposting moment,” skrivar fótbóltsmiðilin.Meðan Útvarp Føroya fyrr var einasti send ...

2019-12-02 13:45 Bach í kertiljósi

Tað eru ikki bara svartir fríggjadagar, nú heimligu handilsjólini eru í hondum. Hóskvøldið 12. desember verður triðja versiónin av Bach í kertuljósi framførd í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Tiltakið er eins og áður alment og ókeypis.Í ár er tað bratsjspælarin Jón Festirstein, mitt fyri í myndini ovast, sum er kvartettstrúkarameastro og skipar fyri tiltakinum. Ovast á manningarlistanum hjá Jón eru sopranin Cinthia Parada, sum er kilensk operasanagarinna, ið býr á Strondum og Dávur Birgisson, sum er úr Hoyvík, og fer at spæla á gittar. Cinthia sæst til høgru og Dávur til vinstru á lýsingamyndini ova ...

2019-11-28 22:43 Tríggir filmar vinna virðisløn frá Námi

Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum í kvøld. Tað sigur heimasíðani hjá Námi. Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er sjey minuttir langur. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er. Allir filmarnir síggjast í einum spælilista á Facebookprofilinum hjá Nám og Snar.Tríggir vinnarar vórðu funnir, sum allir deildu eitt fyrstapláss. Teir fingu sostatt ein triðing av virðislønini, tað er 10.000 krónur í part, av teim tilsamans ...

2019-11-27 22:44 Kreativur háskúli

Í dag bjóðaði Pernille Mejslov okkum í Námi til framsýning á Føroya Fólkaháskúla, har hon undirvísir í kreativari skriving og tekning. Hon er úr Lejre kommunu við Roskildefjørðin. Samstundis løgdu hon og Rigmor Dam seinastu hond á næmingablaðið Tjaldrið, sum er eins gamalt og háskúlin, 120 ár. Næmingarnir hava sjálvir gjørt alt blaðið og myndprýtt við tekningum og fotomyndum. Á baksíðuni er fotomynd av eini instalatión við eini song og slóð til tónleikastykkið Sovi Bara hjá Jónas Langgaard.Eftir gongini hava næmingarnir á heystskeiðnum gjørt ein stóran máling, har tey eiga eitt petti í part. N ...

2019-11-27 20:38 Netflix ger tað aftur

Eftir eitt hálvt ár við ongum, slettis ongum, áhugaverdum filmi yvirhøvur, tørnar Netflix nú fyri við einum mafiafilmi, sum bara stroymingarrisin hevur havt ráðini til at gera lidnan. Einki annað filmsframleiðslufelag vildi fíggja ovurhonds dýra filmin, sum út á dagin í dag, mikudagin 27. november, varð leysgivin at síggja.Talan er um The Irishman hjá Martin Scorsese, sum letur okkum fylgja við, hvussu leikur fór um ólavsøkuleitið í 1975, tá amerikanski fakfelagsformaðurin Jimmy Hoffa (Al Pacino) varð fyribeindur, hvarv og aldri kom aftur í aftur. Sjey ár seinni, hin 30. juli í 1982, varð Jimm ...

2019-11-25 23:58 The core task is storytelling

Fyri forlagið Sprotan tosaði eg í hálvan tíma við Jan Lamhauge um bókina Svik meðan Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum sunnudagin 24. februar. Nakað av fólki var møtt i høllini og bráddliga bleiv klokkan seks og tíðin var úti. Í prátinum vísti Jan á grundsjónarmiðið um at the core task is storytelling tá hann skrivaði bókina og annars arbeiðir við journalistikki. Trýst á myndina av bókapermuni niðanfyri og hoyr samrøðuna, sum varir hálvan tíma.Fyrr um dagin tosaði eg eisini við donsku Camillu Hübbe og útgávuleiðarin í Námi, Sigfríður Símunarson Sólsker, um bókina NORÐ, sum kom út á donskum í ...

2019-11-23 13:37 Reytt og vitalt

Fríggjadagin bjóðaði Torbjørn Olsen til framsýning við fjúrtan nýggjum verkum, sum í fleiri førum vóru bæði størri og sterkari enn avmálda rúmið í Steinprenti henda dag kundi bera, tí so nógv fólk vóru møtt at síggja virkna koloristin, ið sum eingin annar støðugt prógvar ósvitaligu styrkina í livandi listini.Øll vilja keypa og eftir lítlari løtu eru bara tveir málningar eftir, og ein long røð av bíbilska Emmaus-prentinum eru eisini seld. Tað er langt síðan at Torbjørn hevur havt søluframsýning. Tað er Fríða Matras Brekku, sum tekur ímóti ordrum.Rúmið darrar í reyða litbaðnum, og einu løtuna er ...

2019-11-16 14:12 Hvussu skulu vit, Guds útvalda heimafólk, feysa dagin uttan Ísrael?

Úr Miklagarði hepnaðist í fjør at keypa eina ísraelska SodaStream maskinu við omanfyristandandi frámerki um, at hon er gjørd í besta samstarvi millum arabar og jødar. Og hvat tá. Meir enn 20% av fólkinum í Ísrael eru arabiskir ísraelar, og teirra millum eru fleiri, ið kalla seg ísraelskar palestinar ella palestinskar arabar, tí tey ikki vilja brúka heitið Ísrael. Ja, skismaðið kann verða so ógvusligt, at ensktmæltir skúlar longur eysturi, púra strika Ísrael av kortinum.Í skúlabókini Middle East Atlas er Ísrael strikað av kortinum. Útgávan, sum telur 71 blaðsíður, er ensk og er umbiðin av ensku ...

2019-11-10 15:32 Servering við list í november

Nýggjasta novemberrák í miðbýnum í Havn er servering við list. Ikki tí at hon ikki er list, matgerðin og serveringin í sjálvum sær, men hetta vikuskiftið kundu eygu og oyru eisini njóta hina fagrastu listina afturvið. Í Fútastovu við klassiskum gittarspæli hjá Ólavi Jakobsen úr kubanska filminum Ein dagur í november og í nýggja Víngarðinum í Tróndargøtu við myndlist, sum Kinna Poulsen hevði valt og greiddi frá um undir heitinum Tað góða lívið. Í Fútastovu greiddi Ólavur frá um langabban, Magnus í Baianstouvu, sum hevði skúla her í Fútastovu árini 1824-42. - Terroritiore m'est nas important. Si ...

2019-11-08 11:20 Dagmar dugir

- Tú kennir okkum ikki, tað einasta tú kanst verða keddur av er, at personalið hjá tær ikki hevur gjørt tað, sum tey skuldu. Tað er tað, tú kanst vera keddur av.Soleiðis fullu orðini um telefonina til danska fangavørðin í Nyborg Statsfængsel, tá 22 ára gamli ommusonurin hevði tikið sítt egna lív í danska vetrarkuldanum, og varð funnin klokkan níggju null trý, hangandi undur loftinum í klivanum. Kaldur.Klokka og kalendari, tað riggar í almenna geiranum. Men ikki so nógv annað.Enn einaferð hevur Dagmar Joensen-Næs prógvað, at eingin dugir sum hon at varpa ljós á avbjóðingar í Kafkaska samfelagnu ...

2019-11-07 16:55 3 x kvinnur

Komandi tríggir filmarnir í Filmsfelagnum hava kvinnur í høvuðsleiklutinum. Kvinnurnar eru úr Spania, Makedónia og Fraklandi. Hóast nýggir filmar, eru lívini ógvuliga ymisk. Her eru tær, slag í slag:13/11 KL 20:00 CARMEN & LOLA (Arantxa Echevarría, Spania 2019 103 min)Seytjan ára gamla Carmen er longu forlovað. Væntað verður sum amen í kirkjuni at hon skjótt skal giftast og fær nógv børn, sum allar rættar romakvinnur í útryðjuni av spanska høvuðsstaðnum, Madrid. Hon er von við, at øll hyggja og ansa eftir henni. Ikki ber til at brúka fartelefon og enn minni at roykja. Altíð er onkur úr húskinu ...

2019-11-07 08:15 The Boss undir Vesturstjørnum

Hóast komandi mikudagsfilmurin í Filmsfelagnum Carmen & Lola er um ungan lesbiskan roma kærleika í Madrid í fyrsta filminum hjá baskisku Arantxa Echevarría, er eisini rúm fyri aldrandi stjørnum á hvíta løriftinum.Mikudagin 27. november sýnir felagið øllum filmshugaðum føroyingum nýggjasta filmin við 76 ára gomlu fronsku stjørnuni Chaterine Deneuve, ið spælir Claire Darling. Hon hevur gjørt av at selja alt úr húsinum, tí hon vil ikki liva meir. Tað fær dóttrina at undrast og møta mammuni av nýggjum. Ein spildurnyggj men tó klassisk søga við tveimum kvinnum, móðir og dóttir, á filmi og í verulei ...

2019-11-06 07:01 Genial marknaðarføring

Koyrir tú eftir Norðara Ringvegnum í Havn í dag, so sært tú í fartinum nakrar hvítar krossar í bønum frammanfyri Norðurlandahúsinum.Teir standa rætt sum í einum gomlum kirkjugarði, eitt sindur ymiskir í vinkli, tí lendið og túgvurnar eru jú so ymiskar, men allir eru teir hvítir og í sama sniði, stødd og profili.Ein elligamal føroyskur kirkjugarðssiður er fluttur inn á økið hjá Føroya fremsta mentanarhúsi, Norðurlandahúsinum. Hvat er hetta fyri nakað, spyrja bilførarar og passasjerar, sum aka framvið í morgunkuldanum, nú eitt følv legðist á breytina. Eru hetta ávaringar um ferð og ferðsludeyða? ...

2019-11-05 21:40 Nú hvítna tindar

Hetta er útsiktin frá heimbýlinum. Ikki tí, tvey onnur røktarheim eru nærum eins nær, men nú var tað sálmurin og kavin í fjøllunum norðanfyri, eg hugsaði um og fokuseraði á úr Tórsbyrgi, og ikki so nógv Boðanesheimið, sum gamaní er fyrst fyri.Við novembur kom kuldin og kavin aftur í ár. Og tá er lívsringrásarsálmurin Nú hvítna tindar, helst hin vakrasti í Sálmabókini, aftur aktuellur, hóast hann stendur allarbestur eitt vet fyrr á árinum, um heystið, um tað mundið tey hava eplafestival heima á Sandi og heystfagnað norðuri á Eiði, tá takkað verður fyri ávøkst úr mold, líð og havi, rætt sum tey ...

2019-11-05 08:48 At sáa hugflog og heysta veruleika

Brot úr bloggi fyri trimum árum síðan, nú morgunsendingin í Útvarpinum minti meg á føroyska matmentan, og at John Gynther frá Arla vitjar í Føroyum komandi vikuskifti at læra okkum at granska smakkin í osti:- Tey, ið sáa hugflog, heysta veruleika, sigur danski síðumaðurin, John Gynther, og greiðir frá um útferð í Mykinesi fyrr um dagin og døgurða á Koks kvøldið fyri.- Tit hava alt beint uttan fyri dyrnar, ikki bara rávørurnar, men eisini lendið og náttúruna, sum hugtók ungu amerikansku og japansku døgurðagestirnar í Kirkjubø í gjár. Tey koma her einaferð í lívinum, hesuferð hjá tykkum, næsta á ...

2019-11-04 11:28 Bókmentavika í øllum Norðurlondum

- Sløkkið elektriska ljósið, tendrið livandi ljós og verið við í felags upplivingini, tá lisið verður upp fyri fleiri enn 150.000 áhoyrarum um øll Norðurlond mánadagin 11. november!Soleiðis sigur fyrireikingarbólkurin, sum tríogtjúgindu ferð skipar fyri bókmentavikuni.Ársins bøkur til upplesturin eru brot úr Veitslan hjá Babettu (Babettes gæstebud) eftir Karen Blixen, og sum Kirsten Brix hevur týtt til høvið, barna- og ungdómsbókunum Pippi heldur føðingardag eftir Astrid Lindgren og Heimurin hjá Suffíu hjá Jostein Gaarder. Hetta eru tekstirinir, ið valdir eru at lesa upp í ár, siga fyrireikara ...

2019-11-04 07:04 Einki er sum syndarligar lagnur

Einki er sum syndarligar lagnur, ið doyggja ungar, og sum vit tí minnast í smálutum, onkur alt lívið, tí hon var bara tvey ára gomul tá hon fyrstu ferð var á palli, stjørnan, og trettan, tá hon skrivaði sáttmála við MGM í Filmshollywood og sjeyogfjøruti tá hon andaðist í London.Tað er Judy Garland (1922-1969), barnastjørna, filmstjørna og sangarinna í egnum navni, hóast navnið var Frances Ethel Gumm, og alt lívið var lagt til rættis at standa á palli, og liva fyri at tekkjast øðrum í sementeraða stættarsamfelagnum.Í ár eru 50 ár liðin síðan Judy Garland doyði í London, har hon royndi at endurv ...

2019-11-03 14:49 Holocaustdagur

Fríggjadagin, allarahalgannadag, sýndu vit ein av seinastu filmunum hjá helst kendasta franska leikstjóranum, François Truffaut (1932-1984), Le dernier metro frá 1980, sum í heimlandinum fekk tíggju César virðislønir. Hesin filmur er ein av fleiri, sum eru í savninum hjá Námi, sum eisini hevur temasíðu um Holocaust á undirvísingarportalinum Snar.Altjóða dagur til minnis um Holocaust er 27. januar og Nám hevur fingið til uppgávu at skipa dagin, nú hann verður almennur minningardagur í Føroyum.Í filminum Le dernier metro verða vit undir øðrum verðaldarbardaga førd inn í eitt leikhús í París, har ...

2019-10-30 13:02 Glaðir høvundar

Tveir glaðir høvundar, ein vælupplagdur og til høvið framúr giraður intervjúvari og besti føroyski tekstahøvundur á plátu, grammofonplátu, við betri rødd enn eg havi hoyrt hann hava havt í fleiri ár - og so útgevarin, Sprotin, ið er samheiti við Jonhard Mikkelsen úr Vestmanna, sum er umboðaður av Sjúrði Ravnsfjall, ið sigur vælkomin og leiðir okkum gjøgnum kvøldið, ella wilkommen, fyri at krøkja í leikin Cabaret, sum nú verður settur upp á heimapalli á Glasi.Tað grør um gangandi fót í Føroyum. Tað er alt í sjálvum sær dømi um, hvar eg so hyggi, sloti ella raki við eitt upplivilsi, sum kanska v ...

2019-10-29 06:41 Verkir í morgin

Í morgin og ovurmorgin verður føroyski heimildarfilmurin Verkir sýndur á árligu filmstevnuni í Lübeck. Týska heitið er Wehen. Onnur týsk heiti, sum knýta seg til Føroya, hóast leikur fer fram í Kabul, er Das Waisenhaus, sum er týska heitið á spælifilminum The Orphanage, sum Jón Hammer, longst til høgru á myndini niðanfyri, hevur verið við til at gera. Leikstjóri er Shahrbanoo Sadat úr Afganistan og fotografur er Virginie Surdej, sum í fleiri førum hevur filmað fyri Sakaris Stóra, sum eisini sæst á myndini niðanfyri, ið er tikin í Lübeck í 2017, tá hann sýndi Dreymar við havið. Katja Adomait, s ...

2019-10-26 13:54 Heystkvøld í Havn

Tað er heyst, og eftir klokkuni er summartíðin um at renna út, soleiðis sum vit síggja hana hiðanifrá, verðina og tíðina. Tað er fríggjakvøld, John Mikkelsen tekur ímóti og bjóðar til heystkvøld, sum er næstsíðsta tiltak á gastronomiska kalendaranum í ár.Við Áarstovubrøðrunum í túninum eru hesi hús eitt ikoniskt eyðkenni har vágin, Kongabrúgvin, gamli býlingurin úti á Reyni og so høvuðstaðurin, sum hann leggur seg út fyri tí ferðandi eftir Áarvegnum, niðan á Vaglið og oman í hina vágna, verða bundin saman. TripAdvisor, sum er brúkarastýrda tænastan hjá teimum, ið ferðast, hevur altíð sett Áars ...

2019-10-25 00:02 Avbjóðingar í sambandi við skúlabygging

Undir felags yvirskriftini Nemandi umhvørvi á Altjóða Arkitekturardegnum leygardagin fer Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, at greiða frá um leiklutir og avbjóðingar hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við skúlabygging.Frágreiðingin hjá Jenny er partur av trimum fyrilestrum, sum byrja klokkan 14 og eru um skúlar. Formaðurin í Arkitektafelagnum, Svend Sivertsen, sum er á teknistovuni FuglArk, fer at hugleiða undir yvirskriftini Minni serskúlar ella stórir meginskúlar? Síðan fer Kári Dal-Christiansen frá Teknistovuni Kontrast at greiða frá um Tórshavnar Musikkskúla.Tað er altjóða ar ...

2019-10-24 17:39 Millum filmar

Týsdagin fer Norðurlandahúsið at vísa á stórskíggja í Dansistovuni, hvussu gongst, tá ársins fimm norðurlendsku filmar dystast um norðurlendsku Filmsvirðislønina, sum er 350.000 krónur. Í ár er tað 22 ára gamla suðursámiska Lena Cecilia Sparrok sum handar filmsvirðislønina. Hon hevði briljanta høvuðsleiklutin í svenska filminum Sameblod, sum Amanda Kernell gjørdi í 2016 og Heðin M. Klein innleiddi í Filmsfelagnum.Sjálvur havi eg sæð tríggjar av teim fimm tilnevndu filmunum.Danska filmin Dronningen sá eg í Filmsfelagnum 27. mars í fjør, tá Bárður Højgaard innleiddi. Tá hevði filmurin longu vunn ...

2019-10-23 07:02 Ungdómsútvarp er framtíðin

Meir enn eina fjórðings milliard til ungdómsútvarp í fýra ár. Tað er upphæddin, sum talgilda danska útvarpsstøðin Loud fekk í gjár. Støðin er ikki til enn, so eingin kennir til hennara stamina og leveringsdygtigheit, men hon hevur í kapping við tvær aðrar støðir fingið risastóru játtanina til at byrja um eitt hálvt ár.Afturfyri skal útvarpsstøðin 24/7 sløkkja í næstu viku og gevast eftir átta árum við nýskapandi útvarpi har í landinum.Landinum, haðani vit fáa øll tíðindi, landinum, sum er hundrað ferðir størri enn vit, og sum vit tí spegla okkum í, landið sum uppá gott og ilt er prentað á okka ...

2019-10-21 16:44 Setið prís uppá nissurnar

Myndasnildi starvsfelagin, Árni, tók hesa heystgráu portrettmyndina aftur við morgunkaffinum, beint sum vit høvdu sungið um regn og aftur regn í meistarligu lýsingini hjá Mikkjali á Ryggi, har hann knýtir menniskjað afturat náttúruni hesa ársins tíð, nú eggin er so brúnasíð og alt er grátt um hav og ský.Jú, tað er heyst. Heyst um allan heysin.Orsøkin til kjakevnið afturvið kaffinum var morgunprátið í Útvarpinum um at retusjera myndir. Ein kvinnuligur fotografur, Sunrid í Gong, var í sendistovuni og segði, at persónliga ynskið um retusjering var so útbreitt og vanligt, at hon mintist bara eina ...

2019-10-18 15:24 Eg deili tí eri eg - um sosialar miðlar í skúlahøpi

Gestabloggur um sosialar miðlar í skúlahøpi, sum Bodil Jacobsen og Selma Larsen skriva:Gomul samskiftistøkni er gjøgnum tíðina skift út við nýggjari og smartari tøkni, sum eisini hevur við sær aðrar samskiftishættir. Internetið er á tremur við alskyns samskiftistænastum, sum loyva okkum at samskifta á ein virknari hátt gjøgnum snildfon, teldlar og teldur. Hetta hevur við sær, at okkara samfelag er vorðið alt meir talgilt, sum hevur sína ávirkan á gerandisdagin hjá bæði ungum og eldri.Hesi viðurskifti góvu íblástur til okkara B.Ed.ritgerð á Námsvísindadeildini um sosialar miðlar í skúlahøpi. Vi ...

2019-10-18 00:40 Hvar er markið?

Hesa samansettu og lítið hugaligu mynd av Gretu Thunberg sum Hitler, fekk eg frá einum føroyskum Facebookvini, sum helt hana vera ógvuliga stuttliga. Tað helt eg ikki. Eg sendi straks samansettu myndina til Facebooktoymið, sum í einum serligum kliva tekur dagar í millum í tílíkum málum. Men gakk. Tey halda at hetta við memes er í fínasta lagi. Tað haldi eg ikki. Men so vita vit tað. Hate speech kann burturforklárast sum memes. Tá ert tú in og tjekkaður á netinum. Men tað haldi eg stadigvekk ikki, hvussu nógvan trafikk memes skapa á Facebook.

2019-10-17 16:45 Okkara ábyrgd fyri nýggjum londum

Livir tú nóg leingi, so upplivir tú ivaleyst, at nýggj lond verða til, og at onnur landanøvn fara í gloymskunnar hav. Men aðrar preferansur enn skynsama, kollektiva minnið og altjóða sambond kunnu taka vitið av ræði.Heilsanin “Næsta ár í Jerúsalem” er á okkara leiðum bara galdandi fyri jødar, sum vit hava fleiri vinasambond við, eisini við braneggjaðum lgbt filmum. Hinvegin er heilsanin ikki á nakran hátt galdandi fyri ella brúkilig hjá palestinum, hóast tjúgu ár eru liðin síðan Arafat segði júst hetta sama í ST háborgini: at fulkomna trygdini fyri varandi friði í Miðeysturi er ein palestinsku ...

2019-10-17 13:30 Morgunjól

So eru jól. Tað siga morgunhillarnar í Mylnuni henda savnsfagnardag, heystfagnardag, altjóða blindadag og fyrsta dag, har loyvt er at koyra við píkum. Tað er bara hetta síðsta, at kunna koyra við píkum, sum bendir á, at summartíðin endar um tíggju dagar. Uttanfyri er sól og háur himin, Reynið andar og bátar eru í fjørðinum.Men 68 handilsdagar eru til jólaaftan. Hvørt ár haldi eg, at stytri og stytri er millum at stakkalastásið á jólahillunum minnir meg á tað, men kanska er tað ikki annað enn minnismissur, so hvørt árini verða fleiri og fleiri.

2019-10-16 12:11 Diktatornýtt

Satira, sum vit hava lítið av her í landinum, trívist væl í Noregi. Har er til dømis bloggurin Diktatornytt, sum eisini er vorðin til bók hjá upphavsmanninum, 46 ára gamla journalistinum og heimspekinginum Mikal Hverven Hem, ið hevur arbeitt saman við føroyska journalistinum Jógvan Hugo Gardar:- Søgan um Diktatornytt byrjaði á Ny Tid, har Hem og eg arbeiddu saman. Hann tók hugskotið við sær, og gjørdi ein blogg, sum so bleiv ein bók. Og nú livir hetta sítt egna lív, sigur Jógvan Hugo, ið hevur umsett bókina Kanskje jeg kan bli diktator. En håndbok til føroyskt. Tiltikna vinstraradikala norska ...

2019-10-15 12:58 At verða sjálvstøðug ella ikki, er tað kanska spurningurin?

Nú verður kendasti leikurin hjá Williami Shakespeare (1654-1616) framførdur í Norðurlandahúsinum.Føroyski leikbólkurin Det Ferösche Compagnie hevur gjørt alt húsið um til ein pall, tí leikurin Hamlet verður palsettur sum ein føroysk jarðarferð hin 8. november og fram.Tað er Hans Tórgarð, ið hevur týtt leikin av nýggjum og leikstjóri er Búi Dam.- Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er eyðskild, øllum atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúgv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare, sigur leikstjórin.Til høvið hava miðnámslærararnir Marianna ...

2019-10-14 17:00 Hansa Hansen ummælir "Joker"

Hansa Hansen, sum samskipar blaðið "Fyndin" og lesur politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum, hevur verið í biograf og sæð filmin "Joker" (Todd Phillips 2019), sum hon ummælir niðanfyri:Tá Arthur Fleck bleiv til JokerÍ gjárkvøldið píndist mammuhjartað um ein drong, sum ongan kærleika fekk.Søgan um hann bæði styggir og dregur. Tað, at móthetjur vekja andstygd í hyggjarum, er helst ikki so undarligt.Spyrjast kann so, hví júst henda søgan samstundis er so hugtakandi og dragandi. Hvat er tað við hesum illmenninum, sum rakar tað eymasta í mammuhjartanum?SvikinLítli Arthur varð føddur inn í ein fe ...

2019-10-13 08:15 Setanarrøða hjá Nadiu Abraham

- When the new Culture Minister is calling the films we screen abnormal, he is calling me abnormal, and when he is warning people about our event, he is warning people not only about me, but anyone who feels they are differentNadia Abraham, stovnari og festivalstjóri, helt hesa røðu, tá minnilutafilmsstevnan The Faroe Islands’ International Minority Film Festival varð sett í Høllini í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 10. oktober 2019, og avstralski filmurin Buoyancy varð sýndur:Normally I would stand up here and talk a little about our events, and what is happening during the festival. But there ...

2019-10-12 13:45 Feskari verður tað neyvan

Feskari enn livandi hummari verður tað neyvan í køkinum hjá Kára Kristiansen á loftinum í Barabara Fish House fríggjakvøldið. Hann er úr Kollafirði, er júst komin úr pápafarloyvi á øðrum sinni, og matgerð sjálvur triði í lítla køkinum, nú gastronomiski kalendarin sigur Fruites De La Mer, tað er Havsins fruktir. Kári er ein av átjan kokkum, sum eru í starvi hjá Gist & Vist. Eins nógvir, átjan, eru eisini kokkalærlingar í samtakinum.Í staðin fyri à la carte, tað er at hava eina fasta matskrá, hava kokkarnir á Barbaru til hetta fríggjakvøld sett saman eina serliga skrá við einum úrvali av tí mest ...

2019-10-11 15:35 Hestur um heystið

Ætlaði at taka myndir við trimum ymsum tólum, fyrst og fremst simplu telefonini, sum eg altíð havi í lummanum. Men hvat gert tú, tá hestur hevur tikið yvir fría heystsýnið, sum tú ætlaði at avmynda? Sjálvur sæst tú sum skuggi niðast til høgru á parkeringsplássinum við Akkersvík, ytst á Hvítanesi, har útsýnið er móti Kaldbaksnesi um Tangafjørð og inn í Eysturoynna.Men gakk. Við rossum fylgja hegn og elektrisk ávaringartól, onnur enn tey, sum eru inn í húsinum og eftir botninum knýta okkum til umheimin. Og so nýtendraðar hestaperur við íbygdum anga og niðurtraðkaður bøur, sum ikki er til at gang ...

2019-10-11 11:28 Abiy Ahmed fær friðarvirðisløn Nobels

Myndin av Abiy Ahmed er frá AP/Francisco SecoForsætisráðharrin í Etiopia, Abiy Ahmed, fær friðarvirðisløn Nobels í ár. Tað kunngjørdi norska Nobelnevndin á tíðindafundi í Oslo í dag. Hann fær virðslønina, sum er 9 milliónir svenskar krónur, fyri at hava medvirka til at fáa frið í lag við grannalandið Eritrea. Virðislønin er helst heimsins kendasta, tí hon er hin mest umrødda og mest virda.- Da han ble statsminister gjorde han det klart at han ønsket å gjenoppta fredssamtaler med Eritrea. I nært samarbeid med Eritreas president jobbet han ut utgangspunktet for en fredsavtale, som de senere sign ...

2019-10-11 00:44 Púra normal uppdrift

Eftir hugnaliga móttøku við sushi og prosecco, varð triðja Minnilutafilmstevnan FIMFF19 sett í Norðurlandahúsinum við filminum Buoyancy, Uppdrift, í kvøld. Inniliga góðu setanarrøðuna hevði Nadia Abraham, sum er festivalstjóri. Ole Wich tók myndirnar av Nadiu í Høllini.Fitt av fólki var í Høllini, og umframt at harta nýsetta mentamálaráðharran fyri at kasta fyrireikarunum fyri at vera ónormal og at vísa ónormalan film, nýtti Nadia høvið at takka hjálparfólkunum fyri avrikið, Dan Helgi í Gong, Siri Sørensen og Bard Ydén. Í dómsnevndini, sum longu sunnukvøldið skulu finna vinnarafilmarnar, eru J ...

2019-10-10 12:53 Olga Tokarczuk og Peter Handke

Pólski rithøvundurin, Olga Tokarczuk, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri 2018.Virðislønin verður handað í ár, tí dómsnevndin var ikki virkisfør í fjør.Við virðislønini fylgja 9 milliónir svenskar krónur.Eitt stutt brot úr grundgevingini hjá dómsnevndini at geva pólsku Olgu Tokarczuk bókmentavirðisløn Nobels fyri árið í fjør er: ”För en berättarkonst som med encyklopedisk lust gestaltar gränsöverskridandet som livsform”Eysturríkski rithøvundurin, Peter Handke, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri árið í ár, 2019.Tað varð eins og fyrru boðini kunngjørt á tíðindafundi á svenska Börshuset á ...

2019-10-09 07:20 Gakk undir Jesu kross at stá

Krossmerkið, kristna ímyndin og fremsta eyðkennið, hevur aldri verið sjónligari í almenna rúminum enn nú.Danska avísin Kristelig Dagblad fekk almannavarpið at byrja tíðindavikuna við eini søgu um ein 58 ára gamlan danskan neyðtøkubrotsmann, sum fangavørðir ikki vistu, hvat teir skuldi gera við, tí hann hevði verið gjøgnum eitt løgfrøðiligt kynsskifti.Harðskapshendingin, hann var kendur sekur í, var farin fram fyri 29 árum síðan.Ikki fyri at tileinkisgera framdan harðskap og undirgrava seinastu bastiónina í rættarsamfelagnum, dómsvaldið sjálvt, men hesa somu viku er miskunarsami minnilutafestiv ...

2019-10-08 18:10 Dagsins 007 sitat

"Serføroyska orðið stakkalastás, sum trupult er at flyta við røttu meining í onnur mál, er óloysiligani knýtt at James Bond, og ger hann í mínum eygum so óluksáliga spennandi at síggja, tí hann er so bundina at tíðini, tíðarbundin, og altíð er til sølu fyri hægstbjóðandi gadget, sum kappast um at verða fremst í tíðini, og á tann hátt verður eitt hedonistiskt tíðardokument í eini narsissistiskari kallmansmentan. Júst hetta merkantila drive í bestu filmisku kørmum, sum eru merktir av action og ferð, so tú missir ondina, men bara næstan, hevur ongin gjørt honum eftir á filmi. Soleiðis er tað."

2019-10-06 09:52 Føroyar sum location

So eru Føroyar skrásettar sum location, upptøkustaður, hjá teimum, sum gera upptøkur og veita tænastur fyri tey mongu, ið gera nýggja James Bond filmin No time to die. Tað sæst á brúkarastýrdu upplýsingartænastuni, Internet Movie Database, sum er størsta amboð at leita fram alt um film.Umframt at vera søgulig listagrein í sjálvum sær, er filmur eisini vinna og handil. Neyvan er nøkur listagrein so sannførd um, at egin avrik mest sum altíð kunnu mátast og metast sum vøra, ið er til sølu sum uppliving, akkurát sum fótbóltur, sum tú heldur ikki sleppur at uppliva uttan at rinda fyri atgongumerki. ...

2019-10-04 02:37 Maður, hvussu hevur tú tað?

Maður, hvussu hevur tú tað? Soleiðis spurdi Fólkaheilsuráðið fyrr í ár. Spuringurin hekk tjúkkur í poppkornosandi luftini í biografinum í kvøld, tá nýggi filmurin Joker (Todd Phillips) varð frumsýndur fyri hópin av fólki, mest ungum.Tónleikurin er frá fyrstu løtu eitt heilt univers fyri seg. Send in the Clowns, White Room, Smile, That’s Life og Rock and Roll við Gary Glitter. Eri sannførdur um, at vit eru í New York fyrst í 1980’unum, tí ein Brian De Palma filmur, Blow Out, sæst á plakatini. Og so brýtist eyðsýnda realisman við navninum Gotham City og Arkham State Hospital.Vit eru í Batmanland ...

2019-10-03 06:43 Besti altjóða filmur

Nú er freistin úti at tekna altjóða filmar til 92. Oscarkappingina, sum sunnukvøldið 9. februar verður varpað til allan heimin úr Dolby Theatre á Hollywood Boulevard.Altjóða filmarnir í spælifilmslongd kappast í bólkinum Best International Feature Film, sum fyrr varð kallaður Best Foreign-language Film, besti útlendski filmur, og eftir mínum tykki er mest áhugaverda kappingargrein.Og ja, kapping er hetta, tí eftir stendur ein vinnari við Oscarvirðislønini, sum er munadyggasta íkast, tá umræður altjóða marknaðarføring av einum ókendum filmi úr einum enn minni kendum landi.Samstundis er tað í he ...

2019-10-03 00:01 Mentamálaráðið stuðlar minnilutafestivali

Fremsti og størsti føroyski stuðul á triðja minnilutafilmfestivalinum, Faroe Islands International Minority Film Festival, er Mentamálaráðið. Norðurlendsku stuðlarnir eru Nordisk Ministerråd og Nordisk Kulturfond.Tað sæst í nýprentaðu skránni fyri festivalin, sum mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, ávaraði í móti í morgunsendingini hjá Útvarpinum hin 24. september í ár:”Jé fari at ávara føroysk foreldur. Ansið eftir børnum tygara! Her kemur ein lýsing um, at skúlaflokkar skulu niðan til nakrar púra ónormalar filmar, sum skulu vísast í Norðurlandahúsinum. Tað pínir okum øgiligt, og vit fáa kansk ...

2019-10-01 21:10 Hvat er gott útvarp?

Hesa tíðina byrjar Vetrarútvarpið, sum altíð hevur verið tað ordiliga, tí Summarútvarpið er ein gjøgnumførd spariætlan við tunnum soð og nógvum gomlum endursendingum, líkasum fyri at siga, at nú leggja vit stilt, deyðsiglarastilt á summarvágni.Fyrst er at siga, at gjørt úr ljóði, er Útvarpið miðilin, sum ber av øllum, tí hann er bygdur á heimligum botni og aldri hevur verið ein útlendsk undirdeild, so sum Sjónvarpið altíð hevur verið, tí hugsjónarloysingar settu tað so skeivt í føroysku verðina. Fast takið teimum fyri tað.Men í dag gerst ikki nakað við sokallaða føroyska Sjónvarpið, burtursæð ...

2019-09-29 09:38 Epli til øll

Leygarkvøldið komu Jón og Dánial við einum snøggum hvítum posa við eplum í, heimaveltum í brekkuni niðan móti Lágargarði, omanfyri planeraðu fløtuna, har vakstarhúsið skal byggjast á matriklinum millum Tórsbyrgi, Lágargarð og Boðanesheimið. Vit búgva í nummar 18, so nú vóru teir komnir í helvt.Eplaposin vigaði 1,2 kilo og tað var Bjørg, sum í endurnýtslunnar navni hevði funnið uppá at brúka dýnuvor, sum hon klipti og seymaði til 36 posar, ein til hvørt húsið, so øll í Tórsbyrgi fingu eins nógv epli úr nýggju brekkuveltuni, innan vit koma oman á slætt og halda fram við vakstrarhúsinum, sum kans ...

2019-09-28 12:11 Kurator og fasilitator

Mong eru orðini, sum støðugt marsjera inn í málið. Tvey teirra eru kurator, at kuratera, og fasilitator, at fasilitera. Í báðum førum eru orðini servicemindaði, sum tey siga um tað at vera tænastusinnaður. Orðini peika á viljan at hjálpa og vegleiða, ja at seta í verðina, um tú vart jarðarmóðir, ein føðifasilitator.Kurator er eitt orð, sum fremst av øllum myndar virksemið í einum felag sum Filmsfelagnum. Tað er ein, sum fakliga vegleiðir og leggur lag á, og kuraterar eina almenna sýning uttan at hava fjaldar dagsskráir, bindingar ella preferansur. Tað er eyðkennið fyri virksemið hjá Filmsfelag ...

2019-09-27 12:08 At skriva til damubløðini

Tað er sum í stuttligu yrkingini hjá Henrik Nordbrandt, har hann minnist Alf og Damerne, og seinni kemur eftir at hann mistulkaði, tí hann hoyrdi skeivt, tá mamman og bindiklubbagestirnir tosaðu um Alt for damerne. Í mong harrans ár havi eg skrivað til damubløðini tey kalla, men altíð undir dulnevni. Her er fyrsta greinin eg havi skrivað undir egnum navni. Greinin er skrivað til danska Bo Bedre, sum so týðir til onnur mál, har áhugi er, niðurlendskt, enskt, týskt, norskt og kinesiskt. Myndirnar til greinina tók Maria Vous.Spartansk mod det eksklusiveJohannes tager imod i lysthuset i den frodig ...

2019-09-26 07:35 Rukkan umborð, tað er "Buoyancy"

At vera trælur umborð á skipi er lukkutíð hvørki vanligt ella normalt. Tó hava vit javnan hoyrt søgur úr egnum jørðildi og siglingarsøgu um rukkuna umborð, sum eisini hevur verið heimligt granskingarevni. Happandi hugtakið er ikki ólíkt trælahugtakinum, sum spildurnýggi spælifilmurin Buoyancy nú varpar ljós á í skapi av eini nøtrisøgu.Í dag verður filmurin Buoyancy frumsýndur í heimlandinum Avstralia. Hósdagin 10. oktober kl 19 verður fyrsta høvið at síggja nøtrisøguna Buoyancy í Norðurlondum, tí hann er setanarfilmur, tá minnilutafilmstevnan Faroe Islands Int'l Minority Film Festival byrjar í ...

2019-09-25 11:09 Ein avrikskappi í SMS

Síðan 1987 hevur listamaðurin, handverkarin, siglarin og hugsjónarmaðurin Tróndur Patursson sæst aftur við avrikum í SMS. Fyrstu ferð eg veruliga varnaðist hann, var í 1978 í Tim Severinbókini The Brendan Voyage í bókahandlinum beint her. Nú er hann 75 og kann líta aftur á eitt virkið lív í og við listini, sum sæst aftur, har fólkið kemur og fer, helst í fólkaríkasta skála í landinumFrá í dag kunnu kaffigestir í sølumiðstøðini sita í nýggja Horninum og njóta fýra avrik, sum Tróndur hevur gjørt til júst hesar veggir.”Náttúran hevur eina sál og eitt innari lív,” sigur Tróndur sannførdur har hann ...

2019-09-24 12:36 Bangilsi sum vinnuvegur

Í morgun brúkti nývaldi mentamálaráðharrin senditíðina í almannamiðilinum at ávara foreldur um “Ónormalar filmar í Norðurlandahúsinum”.Eg fylgi væl við, hvat fyriferst á filmiska økinum og serliga væl, tá onkur hendingafilmur kemur higar at verða vístur í einum høli, sum ikki eingang er biografur, men drivin av áhuga og ongum øðrum.Hví henda gleði hjá eldsálum at skipa fyri skal sláast niður á henda diktatoriska hátt í einum rættarsamfelag undrar meg. Ikki minst tá almannamiðilin gongur fremst og heldur mikrofonini.Eg freistist at spyrja: Havi tit lagt tað fram fyri Harran í morgun? Gera tit t ...

2019-09-23 18:41 James Bond í Føroyum?

Fyrr í dag hoyrdist, at James Bond kemur higar at filma No time to die í Kalsoynni. Ája gott við tær, hugsaði eg, og sendi tankarnar til Dynamitt og sangin Vit vilja ongantíð doyggja, sum einsvæl kundi verið eyðkennissangurin, tá No time to die verður sýndur - í hvussu er her í landinum. Myndirnar tók Jógvan á Dul í morgun.Greitt er, at henda brandgula tyrlan frá norska felagnum Nord Helicopters kom higar við Norrønu í dag. Óváttaðar søgur vilja vera við, at tyrlan skal brúkast í Kalsoynni at gera upptøkur til komandi James Bond filmin No time to die, sum verður frumsýndur í Havnar Bio hósdagi ...

2019-09-18 23:47 VÆLKOMIN Í LIMBO

Her er inngangurin hjá Doru Tiberiu Á Torvlaðnum til filmin TRANSIT, sum Filmsfelagið vísti í kvøld. Doru er úr Bukarest í Rumenia, men býr í Havn, har hann er giftur við Guðrið Poulsen. Hann kom higar í 1989 og tey hava júst havt 30 ára brúdleypsdag, Pearl Wedding.EITT SINDUR UM AT SLÍTA SEG LEYSAN ÚR TÍ ELSKAÐA, MEN FYRI TEG PERSÓNLIGA HÓTTANDI PLÁSS, Á VEG TIL EITT IDEALISERAÐ SYMBOL UPPÁ FRÆLSI OG TRYGGLEIKA.AT VERA Í LIMBO.FYRST VIL EG TAKKA FYRI, AT EG ERI BOÐIN AT SIGA NØKUR ORÐ UM MÍNA FATAN AV HUGTAKINUM LIMBO.Á ELEKTRONISKU MIÐLUNUM ERI EG PRESENTERAÐUR SUM ÚTRÓÐARARMAÐUR, SO EG HAVI ...

2019-09-14 11:51 Bankatoskur á heysti

Í túninum uttanfyri Barbara Fish House síggjast frá vinstru Johan Mortensen, hugbirtari og íverksetari, Ingvard Joensen, stjóri í Tavuni í Leirvík, John Mikkelsen, matstovuleiðari heima í Havn og Ólavur Sjúrðarberg, sum umframt at vera línumaður eisini er fyrrverandi skúlastjóri í Leirvík og formaður í Grindamannafelagnum.Á níggjunda ári hava Ingvard og Ólavur verið mentorar og lagt kokkunum lag á at skera toskin upp, sum havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur veitt á regluligu kanningarferðunum á Føroya Banka.Tað var týsmorgunin, at aldrandi havrannsóknarskipið Magnus Heinason kom á Eystar ...

2019-09-12 22:36 Føroyakortið

So er Føroyakortið hjá Námi aftur at fáa í nýggjari lamineraðari útgávu, sum Føroyaprent hevur prentað og givið rættar litir eftir kønari vegleiðing frá Inga Joensen, sum teknaði fyrsta Føroyakort í fyrsta føroyska atlasinum, Heimsatlas, sum kom í 1993 og er mest selda bók í Føroyum, tá vit síggja burtur frá Bíbliuni.Upprunaliga var tað Rói Højgaard, sum teknaði kortið til Atlas til heim og skúla (Nám 2014), meðan han arbeiddi á Føroya Dátu Savni, sum nú er lagt undir Umhvørvisstovuna, har øll føroyakort verða goymd og umsitin í besta samstarvi við Óluvu Mariu Højgaard.Á nýggja dagførd Føroyak ...

2019-09-11 13:14 Føroyakortið

So er Føroyakortið hjá Námi aftur at fáa í nýggjari lamineraðari útgávu, sum Føroyaprent hevur prentað og givið rættar litir eftir kønari vegleiðing frá Inga Joensen, sum teknaði fyrsta Føroyakort í fyrsta føroyska atlasinum, Heimsatlas, sum kom í 1993 og er mest selda bók í Føroyum, tá vit síggja burtur frá Bíbliuni.Upprunaliga var tað Rói Højgaard, sum teknaði kortið til Atlas til heim og skúla (Nám 2014), meðan han arbeiddi á Føroya Dátu Savni, sum nú er lagt undir Umhvørvisstovuna, har øll føroyakort verða goymd og umsitin í besta samstarvi við Óluvu Mariu Højgaard.Á nýggja dagførd Føroyak ...

2019-09-10 14:36 Ljóskeldur

Hósdagin í farnu viku byrjaði kringvarpsfotografurin Bjarni Árting Rubeksen at leggja myndir út á Facebook, har hann hevur fylgt og enn fylgir politisku samgongusamráðingunum eftir løgtingsvalið. Nýggjastu myndir eru frá mánadegnum í gjár.Nú hevur Kringvarpið lagt myndirnar út á teirra heimasíðu, so øll kunnu fylgja við, síggja og uppliva myndirnar. Tí ein mynd er ikki bara tað avmálda knips, sum tú gjørt í eini handavending við iPhonini ella tí, sum fyri hondini er, tá onkur stendur framman fyri tær og ger okkurt forvitnisligt, sum kanska verður søguligt, tí tað ikki ber til at endurtaka.Mynd ...

2019-09-09 11:45 Alttilølluppáeingang

Í morgun hoyrdi eg Útvarpið siga frá um nýggja Gøtuskipið Gitte Henning1, sum í einum háli kann fáa fýrahundrað tons. Bara soleiðis í einum slurki.Fýrahundraðtonsíeinumtáegtímioghavigjørtmegút.Samstundis fái eg at vita at barnaútvarpið er ikki komi úr feriu enn, so nú fáa vit tónleikfyriølluppáeingangeinamánamorgunsmorgunstund.Ja, ikki sannheit, tað er eitt sundur trunkerað og trupult at røkka og náa inn til øll uppá eingang.Tann tíðin er farin. Tíðin tá postmaðurin við einari skjáttu kom við øllum til øll í einari útbering í einum distrikti ein Gudagivnandag, sum Ludvig segði.Tann tíðin er fa ...

2019-09-07 11:47 Savningarmegi

Nú gevst hann, ímyndin av einum sonnum og slitsterkum akkersmanni í landsins førandi tíðindasending í sjónvarpi, Johnsigurd í Degi og Viku. Perman á skúlabókini um fjølmiðlar og á forsíðuni á dagsins Sosiali. Ein tjóðarsavnandi ímynd, sum er trygg og slitsterk, sjálvt tá heimligu tíðindini fáa óvæntaða vend, sum kann verða torskild hjá meiniga føroyinginum at fata, tíansheldur at hava eina meining um.Hann, Sigrún og Bogi verða nú loyst av og yngri kreftir koma til eftir nýggjum skipanum. Frálíkt tekin um ein stovn, sum stillført arbeiðir við sær sjálvum, okkum at frama.Tó, einki er sum at hoyr ...

2019-09-05 07:34 Heimurin hitnar

Samstundis sum vit síðan aldarskiftið hava dyrkað eina føroyska matgerðarlist, sum aftur byggir á gamla hevd, rávørur og tilgerð, hava veðurlagskanningar verið gjørdar, sum eintýðugt benda á at heimurin hitnar.- Føroyar fara nú eisini at kenna árinið av mannaskaptum veðurlagsbroytingum, sigur Johan Mortensen, ið er ein av fyrireikarunum av ókeypis tiltakinum Heimurin hitnar, sum verður í høllini í Norðurlandahúsinum 12. september kl 19:30.Høvuðsstuðul er Hiddenfjord, sum eisini bjóðar laks. Herrópið hjá alifyritøkuni er Raised in the Wild. Eitt herróp, sum ikki er beint fram, men skapar og hve ...

2019-09-05 07:20 MA-RA-DO-NA

Ole Wich tók myndirnar av Suna Merkistein, tá hann innleiddi sýningina við spildurnýggja heimildarfilminum "Diego Maradona" í Filmsfelagnum mikukvøldið 4. september 2019. Formaðurin í Filmsfelagnum heldur ljósinum.Her er inngangurin hjá Suna Merkistein:MA-RA-DO-NAEg havi altíð hildið, at tað er okkurt stórbært og máttmikið, sum logar uppi við hesum navninum. Tá ið tað fyri mongum árum síðani frættist um henda nýggja fótbóltsúrmælingin, tóktist tað onkursvegna so sjálvsagt, at hann skuldi eita Maradona. Vit bíðaðu eftir honum. Ótolnaðust at síggja hann. Øll vóru paff, tá ið tey sóu hann dusa sæ ...

2019-09-03 08:19 Hvønn mikudag x 14

Nýggjasta heystroynd hjá Filmsfelagnum er at vísa film hvørt mikukvøld. Við yvirskipaða endamálinum at síggja film í felag, fara úrvaldu fjúrtan filmarnir hetta til jóla at lýsa menn á filmi og kvinnur á filmi, mannfólkafilmar og kvinnufilmar, um tú vilt.Heimildarfilmurin um Maradona og virðislønti norski filmurin ”Út at stjala ross” eru millum fyrstu mannfólkafilmarnar. Danski ”Kollision”, sum byrjar við útsýninum hjá einum tyrluskipara í Føroyum, nemur við rættindini hjá einum pápa, tá húskið kollsiglur. Sami sorgartráður verður tikin upp í íslendska arthouse filminum ”Hvítur, hvítur dagur”. ...

2019-09-02 20:38 Fotolist í Listasavninum

Fríggjadagin letur upp ein sjáldsom framsýning við føroyskari, íslendskari og danskari fotolist. Sjáldsom í sjálvum sær, tí fotoframsýningar burturav hava ikki verið í Listaskálanum alt tað eg minnist, kanska ongantíð.Less is North er spælandi heitið á framsýningini, sum er opin frá fríggjadegnum, um jólini og heilt til 19. januar.Meðan politiskar samráðingar eru um sokallaðar etiskar spurningar, ið sum skilst ikki er óetisk fíggjarlóg, óetisk heilsa ella óetisk fiskivinna, men abortur, kynsskifti og samkyndleiki, sum skulu fáast aftur á rætta etiska partapolitiska eftirlitsleið, so kunnu vit ...

2019-08-31 16:43 Summardáar til Elviru eitt valkvøld

Vit leggja summardáar á grøvina hjá Hedvig Jensen og Sixten Sparre. Siður er, at brúðrarnar, ið verða vígdar í hesi kirkju, leggja blómur á grøvina hjá "Elviru", henni, sum aldri fekk eina brúðarbukett. Staðurin er syðst á Fjóni, tí landfast er við brúgv frá Svendborg til oynna Tåsinge, har smábýirnir Vindeby og Troense eru. Her er Landet kirke, sum helst er hin elsta av trimum. Hóast hon er eini fimmhundrað ár ella so eldri, dagar árstalið 1634 og bókstavirnir PSA, sum standa fyri Peder Søffresen Aarhus, ið var prestur her tá kirkjan varð bygd, fram, tá hugt verður upp á tornið.Men mangar fer ...

2019-08-28 10:19 Bille August er ársins Svend

Í suðurfjónska høvuðsstaðnum, Svendborg, er 70 ára gamli Bille August dagsins maður. Fyrr hevur hann vunnið ein Oscar, ein Golden Globe og Gyltu Pálmarnar í Cannes. Nú er hann kosin Årets Svend og fær í dag fólksligu virðislønina Svend - Hele Danmarks Filmpris á fimtandu filmstevnuni, sum ber fynduga heitið Svend og savnar biografgangarar, starvsfólk í filmsvinnuni, filmstjørnur og politikarar, lokalar og úr øllum landinum. Myndin er tikin í gjár, tá víðagitni leikstjórin hevði master class og læt upp eina framsýning á SAK listasavninum við still myndum frá flestu av filmunum, sum 73 ára gamli ...

2019-08-24 11:14 Egin matframleiðsla í Tórsbyrgi

Í eysturbýnum í Havn, í dalinum millum Boðanesheimið, sum sæst í baksýni og Lágargarð, sum er uppi á brekkuni, samstarva fólk úr Føroya elsta eigarafelag, Tórsbyrgi, um vakstrarhúsið, sum er sett inn í myndina. Endamálið er at dyrka egið grønmeti. Vakstrarhúsið, sum verður liðugt til várs, verður 120 fermetrar.- Hetta, at fólk síggja virði í sjálvi at taka lut í framleiðsluni av egnum mati, er eitt alheimsrák, sum nú eisini er í ferð við at taka seg upp í Føroyum. Veltan á Sandi er eitt dømi og Maud'sa køkshavi í Nólsoy er eitt annað, sigur Jón Kragesteen, sum alla tíðina hevur verið stigtakar ...

2019-08-20 07:21 Filmsfelagið hvønn mikudag - fyri øll!

Hamlet-myndin omanfyri eru úr nýggja filmin hjá Almodóvar, Pína og Heiður, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin 11. september. Men longu 4. september byrjar Filmsfelagið hin virknasta veturin nakrantíð við hesum tiltikna fótbóltsspælara:Dagin fyri landsdystin móti Svøríki á Tórsvølli, fer Suni Merkistein at innleiða sýningina við nýggja filminum um Maradona. Sýningin er mikudagin 4. september, sum eisini er dagin fyri almennu frumsýningina á okkara leiðum. Leikstjórin, Asif Kapadia, er hin sami, sum gjørdi virðislønta filmin um Amy, sum varð sýndur fyri fullum húsum í Filmsfelagnum í september í 2 ...

2019-08-18 16:01 Ein ferðavinna, sum vit kunnu liva av og liva við

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen var tjúgu ára gomul, tá hon fekk eitt summarferiustarv í call sentrinum hjá Smyril Line. Henni dámdi so væl í ferðavinnuni, at hon fór í læru á Ferðaráði Føroya. Meðan hon lærdi, gekk hon á Turistakademiet í Randers ein vetur og var summarmánaðarnar í starvsvenjing hjá Ferðaráðnum. Eftir hálvt triðja ár varð útbúgvingin sum akademiøkonomur í ferðavinnu lokin í mars í 1997.- Eg valdi at skriva høvuðsuppgávu við evninum ”Burðardygg ferðavinna í Mykinesi”. Hetta førdi við sær, at eg var í Mykinesi í januar 1997 og interviewaði tey 16 lokalu, sum búðu har tá. Uppgávan ...

2019-08-17 15:28 Við Kringvarpinum í biograf

Mikudagin 25. september fer Filmsfelagið at frumsýna stuttrøðina "Eg reið mær avstað - ein søga um føroyingar og country" sum biograffilm í Havnar Bio. Suni Merkistein hevur gjørt filmin, sum varir 132 minuttir. Sýningin er fyrsta royndin í samstarvi millum Filmsfelagið, Kringvarp Føroya og Havnar Bio.Hesa vetrarhálvuna fer Filmsfelagið at hava sýningar hvørt mikukvøld. Atgongumerkjasølan er byrjað."Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At v ...

2019-08-16 22:44 Trump og Arktis - stórveldispolitikkur í ríkisfelagsskapinum

Ólavur Dalsgarð, sum er stjórnmálafrøðingur, og arbeiddi við eini PhD verkætlan um trygdarpolitikk í Arktis, gestabloggar um Trump og Arktis í aktuellum ljósi:Í sambandi við amerikonsku forsetavitjanina í Danmark 2. og 3. septembur, eru fleiri serfrøðingar frammi í miðlunum við gitingum um, hvørji ørindi Donald Trump hevur, og hvørja móttøku hann fer at fáa. At umboð fyri bæði føroyska og grønlendska heimastýrið eru boðin at luttaka á vitjanini, kann benda á, at ljós verður varpað á amerikanska áhugan í norðaru pørtunum av ríkisfelagsskapinum.Hóast ein samtíðarmeldur á okkara leiðum, um nýggja ...

2019-08-16 11:09 Teitur á TV2 sunnukvøldið

Umboðsmaðurin hjá Teiti, Christian Ulf-Hansen, boðar í dag frá, at klokkan sjey sunnukvøldið okkara tíð og seks vikur fram verður Teitur við í TV2-sendingini Toppen af Poppen. Við í sendingini eru eisini Anders Blichfeldt, Cæcilie Norby, Carl Emil Petersen , Chief 1, Kwamie Liv og Medina.- Just to let you know that a couple of months ago, our Faroese nano legend Teitur filmed the popular TV show, Toppen af Poppen. Hope you get to see some of the show, and be proud of your Faroese ambassador. Spread the word, sigur Christian, sum eg avmyndað í Studio Bloch beint fyri G!festivalin í 2013, tá ame ...

2019-08-16 07:27 Tarantino telur

Saman við hópin av fólki sá eg nýggjunda filmin hjá Tarantino Unce Upon A Time In Hollywood, sum Havnar Bio frumsýndi fyri føroyskum áskoðarum, í gjárkvøldið. Áskoðaraskarin livdi við í filminum, tey flentu og higstraðu, sum fyltu tey ljóð á brot í filminum, sum frammanundan vóru gjørd til júst hetta. Eftir lokna sýning vóru spontanir lógvabrestir at hoyra.Hvussu tekniska ljóðformatið enn er við umfarsljóði og øðrum, so prógvar júst hesin filmur, hvussu sosialur ein miðil sum filmur er. Tú skalt síggja í myrkri, helst í eini biograffjøld, har tú dvølist og søkkur inn í teg sjálvan, og so verðu ...

2019-08-13 19:01 Vit taka heyggin

Nýggja svarta, sjálvt hjá reyðum og brandgulum, er at taka heyggin, sum Birna í Javnaðarflokkinum hevur gjørt har úti við Strond. Bara fornavn og floksfrámerkið. Tað er eisini tað nýggja svarta. Einsamøll á heygnum.Til hetta valið hava politiskir plakatuppstillarar eydnast sjáldsama væl at skapt eina heilt nýggja leið í lendinum, sum var tað Sendero Luminoso ella Iwo Jima, við einum hirsi til Hamburger Hill, tá vit taka brekkuna niðan móti heilsøluni hjá Poul. Har er allur heyggurin tikin við brandgulum valplakatum hjá lista F, bæði niðan og oman. Militant strategiskt, so snøgt er tað.Men sum ...

2019-08-13 13:31 Í Føroyum er filmur Unplanned

Føroyskir biografgangarar eru ikki sum onnur fólk. Í hvussu er ikki úti í heimi. Tí nú verður aftur ein amerikanskur filmur av andaliga slagnum frumsýndur í Evropa uttan danskan undirtekst. Frumsýningarstaðurin er Havnar Bio í Havn og heitið er Unplanned.Sum sæst á myndin á Facebookprofilinum hjá biografinum, hava 50 ymisk fólk deilt boðini um sýningina, uttan at brúka eina krónu til lýsingar, ella at boosta, sum tey kalla tað. Útvið tíggjutúsund hava sæð boðini um sýningina, og tað er mest sum útselt eftir lítlari løtu.Um filmin, Unplanned, sum bara verður vístur í Føroyum í okkara heimsparti ...

2019-08-08 21:06 At stíga út á lyftið

Átrúnarliga orðalagið ríkar málið, eingin ivi um tað. Tak nú tíðindafundin, har kristni Miðflokkurin reið av miðgarði og pressaði nøkur uppáhald á verðsliga veggin, har hassjtagg kristinvirði stóðu niðast. At stíga út á lyftið kalla tey tað, tá litið verður á Harran, og hin rættrúgvandi befallar seg í hansara hendur og gevur upp alt verðsligt starv, nú tey halda, at Føroyar eru farnar av kós.Tá eigur ein at lesa Sálmin 37,3 um at líta á Harran og gera tað, sum gott er, liva í landinum og tó halda seg burtur frá verðsligari makt, ið bara hevur girnd sum grund.Tá umræður at døma onnur og føra se ...

2019-08-07 20:10 Maradona í Filmsfelagnum

Rebellur. Hetja. Svindlari. Gudur. Øll hesi heiti standa á plakatini, tá Filmsfelagið sýnir spildurnýggja heimildarfilmurin Diego Maradona mikukvøldið 4. september.Hetta er upptakt til fótbóltsdystin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli, sum er dagin eftir. Fótbóltskennarin og útvarpsmaðurin, Suni Merkistein, fer at innleiða hesa sýning í Filmsfelagnum, sum er hin fyrsta í heyst.Diego Maradona varir meir enn tveir tímar og byggir á fleiri enn 500 tímar av filmi, sum ikki eru sæddir áður. Tað upplýsir lítla danska arthaus felagið, Angel Films, ið varð stovnað í 1988 við heimstaði í Lyngby. Tey ...

2019-08-07 16:23 Nú strika vit danskt

Sjónvarpsaltarið eftir formansrunduna týskvøldiðEnn einaferð minnir føroyska almannavarpið okkum á sniðfundiga snedigu sendingarnar hjá Anders Lund Madsen úr Fugloy. Tíðarleysar í nógv størri mun enn tær grynru hjá íslendska Andra, í løtum skemtiligar, ja galgenhumoristiskar, fyri at brúka eitt danskt orð. Tí danskt er tað, hóast almannavarpið í arbeiðs- og virkishugsjón sigur, at tað er fremsti mentanarberi, sum arbeiðir fyri at varðveita føroyskt mál, almannavarpið.Hvørja ferð eg hoyri og síggi Anders Lund Madsen beundri eg hansara tosingarlag, evnisval og almenna stíl, ikki minst hársniðið ...

2019-08-06 16:20 Kotilett við útsikt og søgu

Her var tað at gastronomiska matlistin byrjaði í Føroyum - á Skálatrøð, har útsikt eina løtu eisini var til hámentað Tjóðleikhús mitt á trøðni í Havn. Sum útsiktin vísur er sentrala høvuðsstaðarplássið lagt út og strikað av til parkering hjá arbeiðsfólki og útróðarmonnum allan sólarkringin. Tað er gott, tí her við Irish Pub møtast eisini útlendsk ferðandi at parkera og fáa mettuna fyri ein bíligan penga. Og ongastaðni fæst hon so passalig sum her, mettan.Ein risastór kotilett av svíni við sós, kips og reyðkáli fyri 95 krónur. So ódýra fært tú fólksligu mettuna, tí hetta er verkamannakostur bur ...

2019-08-03 10:59 Tað er nú gott við eini journalistiskari yvirfriðingarnevnd

Í flaggskipinum hjá almannavarpinum, Degi og Viku, var í gjárkvøldið eitt sjáldsama nýupplýsandi innslag um stættarsamfelagið Føroyar.Eitt starvsfólk á Hagstovuni segði greitt frá tølum, sum eru dagførd so nær okkara nútíð, sum Hagstovan megnar, at stættarsamfelagið, tað er gjógvin millum rík og fátæk, veksur í framlagda tíðarskeiðnum og ikki er ein saga blott. Ójavnin veksur.Eftir sjáldsama innslagið varð eg stórliga bilsin, at tað ikki var ein annar starvsmaður á Hagstovuni, sum varð fakligur framsøgumaður í almannavarpinum í júst hesum máli.Men hyggasíggj, í stundini var starvsfelagin, eg h ...

2019-08-02 00:11 Tá herverk verður gjørt á landið

Innan mánaðurin er úti, hevur løgtingsval verið í Føroyum. Tó er eingin myndugleiki, ið enn setur seg upp afturá at steðga jørð- og betongarbeiðnum í Saksun, har eitt himmalrullandi rimaportur við gulum gjaldsterminali er sett upp á einum vegi, sum onkur borgari, ið heldur eingin myndugleiki tá kundi steðga, hevur gjørt.Himmalska rulliportrið hevur tað til felags við vegin, at tey dyrka art brut, tað ljótasta og mest brutala í allari landslagaðari installatiónslist beint upp at vøkru ánni, har Torstein og teir fyrr royndu við flugu. Soleiðis fer alt. Syft, sum ein fluga.Í løtuni manglar bara v ...

2019-08-01 22:30 Bygdirnar draga, siga ferðafólkini

- Tað eru føroysku bygdirnar, sum draga, sigur virðislønti ferðabloggarin Eric Stoen, sum var her í farnu viku við 11 ára gamla soninum.- I used to work in healthcare, but was - not so secretly - addicted to travel. I would always post about family trips on Facebook, trying to inspire my friends to take their kids to crazy places too. Then in 2014 I quit my job and started this website to inspire more people.Síðan hevur Eric Stoen skrivað ferðabloggin Travelbabbo og gevur á Føroyaferðini í farnu viku Odu W. Andreasen toppkarakter fyri Mykinesferðina, sum er skipað undir navninum Go Local.Á ein ...

2019-07-17 12:57 Nei, lívið er ikki ov stutt til franskan film

Sunnudagin var bastilludagur, fjúrtandi juli, la fête nationale de France, tjóðardagur í Fraklandi.Tað fekk meg at leita fram eina lítla danska sitatbók um film frá 1985 við absurda heitinum Livet er for kort til franske film.Um sama mundi komu fleiri bøkur av hesum lættsodnandi lættisoppaslag, sum segðist vera gott av hava við sær sum skeinisopp á vesinum hjá Ekstrablaðnum og har um leiðir, tí nú vann nýggja sjangaran lokumslitteraturur fram.Ikki dugi eg at siga, um orðafellið at lívið skal vera ov stutt til franskan film, er til á øðrum tungumáli enn júst tí danska. Kanska hava tey tikið fil ...

2019-07-15 14:22 Heimaferð í Havnardali

Eitt gott uppskot fyri føroyskt heiti á enska staycation er heimaferð, sum Jákup Sørensen skeyt upp í morgun. Havnardalur hevur altíð verið útfluktsstaður, sum tey siga um eina hugsaða heimaferð í Havn.Nú eru gøtur gjørdar og trø eru sett niður, so her er lagamanni at ganga og sóla sær, treytað av at sólin kemur fram. Her er friðarligt, men nøkur fólk ganga gøturnar, meðan ross, gæs og skurðapisur hoyrast dygst við. Ein havnarmaður, vit møta, sigur fra, at hann plagar at ganga í hálvan annan tíma frá portrinum her í Viðarlundini í Havnardali, niðan til byrgingina í gamla vatnbrunninum, har kom ...

2019-07-15 01:39 Staycation

Her er ein krukka við føroyskum kombikkum. Orsøkin er, at danska Weekendavísin, sum altíð hevur megnað at hildið fast um góða innihaldið og eins góða blaðsniðið, hevur lært meg nýggja altjóða ferðahugtakið staycation.Tað er sum hvørki tíðin ella blaðdeyðin hevur bitið á, hóast avísin leingi hevur verið á netinum og kann lesast beinanvegin, eisini sum e-avís í upprunaliga sniðinum, síðu upp og síðu niður, mest sum uttan lýsingar.Í nýggjastu útgávuni skrivar Heidi Laura, tað eru ikki tvær systrar á Hvarvinum í Havn, men ein framúr danskur journalistur, um hugtakið staycation, at verða heima í fe ...

2019-07-12 12:24 Fjølmiðlavónir

Meðan útvarpið og bløðini eru bakgrundsljóð og rekvisittir í kaffisteðginum, tá arbeitt verður í ellivu av teim tólv innvinningarmánaðunum, fært tú eitt dyggari innlit í heimligu miðlarnar tá ferian er farin í gongd. Frá morgni til myrkurs.Hinvegin vil eg ikki útiloka, at miðlainnsatsurin, viljin at miðsavna seg um relevant evni, spyrja upp í saman og førleikin at miðla evnini til okkara, støðugt havandi borgaran og fólkaræði í huga, er munin betri beint nú, meðan maktin loyvir sær at dyrka bóltsreligiónina í útlandinum, tí heimrustin hóast milliónir, ikki megnaði at skapa brúkiligar karmar ti ...

2019-07-11 12:10 Bilisma fer at forkoma okkum

Tað er nú stuttligt við bilfasinatión. At verða hugtikin av bilum. Men vandi er í hvørjari vælferð, antin tú ferðast á bygd, ella skalt staðseta tjóðleikhús í Havn.Teslabilin omanfyri avmyndaði eg fyri nett fýra árum síðan á Amager, tá eg í einum suðurkoreanskum Hyundai, ið var eins gráur og føroyska summarið, koyrdi Sæland runt. Aldri havi eg nomið við lekrari bil enn henda milliónabilin, Tesla, í modellinum S. Tað er amerikanski Holzhausen, ið hevur savnað smekru linjuføringarnar eins og hann fyrr gjørdi fyri Mazda.Seinastu tíðina havi eg í ymsum, men altíð sannførandi høpi verið konfrontera ...

2019-07-09 21:21 Gjógv - ein perla í Sunda kommunu

Tá eg møti ferðafólki, øvundi eg teimum, at kunna vitja hetta land fyri fyrstu ferð. Mín øvund er grundað á, at eg aldri kann seta meg í teirra stað at vita, hvussu tey kenna seg sum ferðafólk í Føroyum. Men eg kann fritta tey um mangt og ymiskt, tá eg av tilvild møti teimum, samstundis sum eg kann royna at eygleiða tey og onnur ferðafólk á ein yvirskipaðan og objektivan hátt, støðugt undrandi yvir, at tey, sum eru fremmandafólk fyri okkum, velja at koma til henda fremmanda stað fyri teimum, at dvøljast nakrar dagar.Heilt síðan eg møtti einum tilkomnum pari úr Dallas í Texas í Havn, og tey søg ...

2019-07-05 16:52 Ute Wieland vitjar Føroyar

- Angin í føroysku luftini er so hugtakandi, at eg kann smakka tað grøna grasið, sum týðuliga er í luftini, sigur ein bergtikin Ute Wieland og nevnir bleyta ljósið og skýggini undir bláa himmalinum. - Og so eru tað fólkini, vit hava møtt, sum eru so løtt at koma í samband við. Hvønn dag hava vit møtt spennandi fólki, fiskimonnum, sum hava verði við Labrador, ein grønlendingur, sum gjørdi okkum fiskasúpan og so útlendskir tónleikarar, sum vitja her.Ute Wieland (f.1957) er týskur filmsleikstjóri, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Síðan týsdagin hava hon og maðurin, Frank Polosek, ið er framlei ...

2019-07-01 06:53 At gista umborð á Havborg

Sunnudagin var eg í Hvannasundi í sambandi við barnadóp, tá sonur Honnu Poulsen og Villy Joensen fekk navnið Bogi. Eftir hugnaligu løtuna í kirkjuhúsinum frá 2016, sum Mayfinn Norðoy teknaði, og sum er bygt sunnan fyri kirkjuna hjá H.C.W. Tórgarð frá 1949, varnaðist eg, at runda kirkjuhúsið gamaní eisini hevur ein farra av stýrihúsi, tá eg gangi runt um tað.Gekk síðan eftir gøtuni suður móti gomlu bryggjuni at taka nakrar myndir av tveimum stýrihúsum, eg allan dagin hevði varnast, har tey standa og daga upp móti havsbrúnni.Á sløttum sundi, millum høgu fjøllini, tyktust tey sett sum vartekin fy ...

2019-06-24 23:28 Stigabilur fyri vindeygað

Hetta havi eg ikki sæð fyrr úr køksvindeyganum. Eftir at hava skimast eina løtu við kikara og myndatóli, síggi eg, at hetta er ikki ein nýggjur zombie filmur hjá Jónfinni, men Hans David úr Hósvík, sum er varasløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu. Úr einum høgum stiga filmar hann í allar ættir, eisini móti Tórsbyrgi.Í fjørð skrivaði kommunan á Facebook, at nú fór Brandstøðin skjótt at fáa nýggjan stigabil. Um orsøkina verður sagt, at hesin verandi stigabilur hjá Brandstøðini verður 20 ára gamal í ár, og skal til 20 ára eftirlit, um hann framhaldandi skal kunna brúkast. Eftirlitið kostar minst ...

2019-06-12 23:22 "Verkir" er sjáldsama væleydnaður filmur

Í fulsettum hølum frumsýndi Filmsfelagið í Havnar Bio í kvøld heimildarfilmin Verkir, sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um føðingar í Føroyum seinastu hálvt hundrað árini ella so.Filmurin byrjaði vælupplagdur við mammuni, Jytte Joensen, sum sjálv er ljósmóðir, ið pápin, Jákup Pauli Joensen, hevði filmað spillnaka eitt summar við strondina í Grikkalandi í sjeytiárunum. Ein frálíkur inngangur til kvinnukroppin og tær føðingar, sum filmurin setur sær fyri at lýsa í trimum pørtum. Fyrst, tá vanligt var at kvinnur áttu heima, so til at ordri kemur úr einum ódefinerligum erva, ...

2019-03-31 16:30 Eitt er fiskur, annað er toskur

Amerikanski sjónvarpsverturin, Jon Stewart, sum í sekstan ár stjórnaði The Daily Show, plagdi at enda við at siga "Here it is, folks, your moment of Zen". Uttan hansara sniðfundigu sarkasmu og politisku undirtónar vil eg flyta hesa margtýddu kontemplativu miðlavending og gera hana til mítt egna uppáhald eitt leygarkvøld heima í Havn, har mítt egna ýti og úrtøka varð staðfest við hesum Zenbuddistisku orðum við høgra fremstafingri hjá einum lámi í notublokkin á fonini:"Fellir inn í teg sjálvan og alt er gott. Tíðarleyst og vektleyst. Tað bara er. Fyrstu ferð eg havi kent eina Zen løtu yvir mati. ...

2019-03-30 02:06 Tapas og søga hjá Katrinu

Meðan heglingur slær á heimarútin og deiggjhønur leggja fríggjadagsavrik út á Facebook, fari eg sjálvur annar oman á Katrinu. Tað er gamli handilin hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, sum stongdi í 2005 og lat upp sum matstova við sama navni fyri tveimum árum síðan hin 1. apríl í 2017. 22 ára gamla Magdalena Mørk, omanfyri, er matstovuleiðari og í kvøld er Mortan Borgarlíð kokkur við nýggjari tapas matskrá. Magdalena, sum hevur arbeitt her síðan matstovan byrjaði, var skiftisnæmingur í Minnesota, tá hon var 16, og dámar eins og javnaldrandi høvuðstænarin, Beinta á Bøgarði, væl at møta fer ...

2019-03-28 06:26 Dronningen er týdningarmesti kjakfilmur í dag!

Røringur er sum aldri áður í heimligu biografbransjuni. Fólk í hópatali møta at síggja nýggjan arthaus-film í Havn, í Klaksvík, í Løkshøll í Runavík - og skjótt eisini í Suðuroynni. Hesuferð var orsøkin nýggi danski filmurin Dronningen sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio ein dag undan almennu frumsýningini.Við egnum orðum innleiddi Bárður Højgaard fyrstu sýningina av Dronningen, sum var í Filmsfelagnum mikudagin 27. mars:Gott kvøld øll somul!Eg eiti Bárður Højgaard, búsitandi í einari lítlari bygd, sum eitur Lamba. Eg eri Bachelorur í talgildari sniðgeving og Film & TV, og kandidatur í Upplivi ...

2019-03-26 07:09 Scott Walker

Heimasíðan hjá Scott Walker upplýsir í dag, at hesin kendi og tó gátufulli sangarin, ið byrjaði sum teenage poppari í California, bleiv tilbiðin ájavnt við beatlarnar í The Walker Brothers, fór í kleystur á Isle of Wight, varð fyrimynd hjá David Bowie, og sum støðugt skapti nýggjar og óvæntaðar leiðir á grammofonplátu við eini fullfyltari baritonrødd, hann er farin úr tíðini, 76 ára gamal.Soleiðis fer hon við øllum, tíðin. Og júst hetta at seta avmáldu tíðina í fokus, men ikki uttan dyst, megnaði Scott Walker í eskatologisku riddaravísuni um Sjeynda Siglið The Seventh Seal har eksistentielli p ...

2019-03-24 09:30 Er endamálið at verða síðst?

Í gjár, leygardag, setti almenna Kringvarpið alla orku inn á fótbóltsítróttina, bara fyri at prógva, at fótbóltur er yvirmett undirhald. Serstakliga nógv yvirmett, fyri ikki at siga sjúkliga yvirmett. Men henda menniskjansliga feilmeting av undirhaldi, sum við almennari hjálp flytir nógvar pengar, er ikki tað mest áhugaverda í miðlalandslagnum. Henda sama dag vóru privatir netmiðlar teir fyrstu at siga frá um eina vanlukku, sum kundi havt verið av teim størstu á okkara leiðum, og um at sama skip, tí tað var tað, tað galt, ein møgulig skipsvanlukka við einum risa marglætisskipi, Viking Sky, sum ...

2019-03-22 08:35 Tjóðleikhús á bygd

Ja, eitt tjóðleikhús á bygd, hvat tá. Tað er umvenda andstøðusjónarmiðið á Tingi. Kom í tankar um okkara frálíka lærara í linjufakinum samtíðarkunning, Hans Holm. Tá onkur í almenna rúminum plagdi at skjóta upp okkurt, sum var heilt við síðuna av ástøðinum um The Economic Man og marknaðartreytum og -viðurskiftum, so plagdi hann turrisliga at leggja afturat: - Hasin hevur so ikki lisið gemena lokaliseringsteori! Hinvegin, so er dysturin millum andstøðu og samgongu so simplifiseraður síðan landið bleiv eitt valdømi, at skjeyt sambandsflokkurin upp, at nú taka vit loysing, so hevði Tjóðveldi heil ...

2019-03-22 06:56 Hvør syngur fyri tær tá?

Quién te cantará, Hvør syngur fyri teg, ella Hvør fer at syngja fyri tær? Nýggi spanski Netflixfilmurin hjá Carlos Vermut (f.1980) er um hina uppspunnu Lila Cassen (Najwa Nimri), sum í nítiárunum var kendasta sangarinnan har í landinum, til hon bráddliga hvarv og eingin hoyrdi frá henni.So ganga tíggju ár, og Lila Cassen ger seg til reiðar at taka pallin aftur og at syngja chansons fyri fólki. Men beint undan at hon skal byrja, er hon fyri eini vanlukku, missur minnið og kennir ongan sang aftur. Akkurát sum Jack Malik (Himesh Patel) í nýggja filminum Yesterday (2019), sum ikki skilir, at hann ...

2019-03-21 14:43 Tari frá Agnes

    Tað grør um gangandi fót í fyritøkuni TARI. Agnes Mols Mortensen, sum saman við beiggjanum Mortan Mols Mortensen hevur fyritøkuna, sæst her í taraklekjarínum. Tey hava samstarvað við Føroya Bjór í Klaksvík um nýggju beikst-sterku sitrus ølina av India Pale Ale slagnum, sum hevur fingið heitið North Atlantic IPA. Taraslagið er søl (Palmaria palmata).Agnes sigur, at klekjaríðið stendur beint nú í Nesvík. - Vit klekja tara inni á økinum hjá Fiskaaling, ið hevur aliloyvi til tara. Men vit søkja um okkara egna aliloyvi til tara á landi í Fámjin. Og tað vóna vit at vit fáa, sigur Agnes Mols Mort ...

2019-03-21 07:32 Majken vil eisini hava biograf

Í Vági vil Majken Súsanna Gaard eisini hava biograf, so hon kann síggja film í felag, eins og tey, ið hava sama áhuga norðanfjørðs.- Mær hevur altíð dámt væl at ganga í biograf og eg haldi, at tað er sera harmiligt, at ongin biografur er í Suðuroy. Sjálvandi ber til at fara norður um fjørð í biograf, men sýningarnar passa ofta illa við ferðaætlanina hjá Smyrli, so suðringar mugu liggja nátt norðanfyri og leggja arbeiðið niður fyri at sleppa í biograf, sigur Majken, sum ætlar at gera nakað við støðuna.- Í næstum fara vit at hava ein kunnandi fund um møguleikarnir at síggja filmar í biografi ell ...

2019-03-18 12:38 Nýggjur stjóri á føroyska tjóðsavninum

Listasavn Føroya fekk nýggjan stjóra herfyri. Nú er kunngjørt, at tað verður danska Karina Lykke Grand, sum tekur við 1. august, tá hon avloysir danska Nils Orth. Sum einasti miðil í landinum visti VP at siga hesi tíðindi longu fríggjadagin 1. mars, og tað beint frá kelduni, sum er formaðurin í stýrinum:”Stjórin er settur, men øll eru ikki kunnað enn, og tí fær formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið, Niels Christian Nolsøe, ikki sagt enn, hvør nýggi stjórin er. Hann sigur tó, at tá umsóknarfreistin var farin 31. januar vóru 12 umsóknir komnar, og størri parturin var frá fólki, sum ikki eru bús ...

2019-03-14 22:21 Tá indignasjónin manglar og eingin politikari hevur áhuga

Tvey heimleys húski, ella í minsta lagi partstíðarheimleys, okkara millum beint nú. Tað var uppleggið, byrjanin og karmurin um Kringvarpssendingina Hóskandi heim søkist í fjøruti minuttir í sjónvarpinum í kvøld.Takkað verið Kringvarpinum er tað ein sannroynd, at Filmsføroyar standa sterkar at filma sosiala rangsíðu akkurát so, sum hon er, rangsíðan. Sterkasta drívmegi í tílíkum heimildum, sum vit til dømis hava sæð í spælifilmi hjá Sakaris Stórá, er sosiala indignasjónin, sum bæði kann draga á tað karga og á tað poetiska. Sosiala indignasjónin er ein drívmegi, sum vil broyting, og tí áhaldandi ...

2019-03-14 07:43 Skal eg hava sleggju við, næstu ferð eg vitji eina katólska kirkju?

Í kjalarvørrinum av tveimum drúgvum heimildarfilmum um eina industriella poppstjørnu, sum almannarásirnar DR og NRK hava víst púra ókeypis inn í hvørja føroyska stovu, og í norska førinum við einum reklamuskilti í endanum fyri einum hjálparfelagsskapi, eru krøvini til miðlabrúkaran vorðin so hvøss, at nú má visuelli førleikin flyta inn í skúlarnar ájavnt við gamla maktbókstavin. Bókstavamentanin er um at hokna undir visualiseringum, sum í mínum eygum - og oyrum - eru kortsluttandi egosentriskar. Sosialu miðlarnir blíva so ágangandi, og mentanarliga frísetingin hjá týska Thomas Ziehe, sum vit, ...

2019-03-13 12:55 Hygg, hvussu væl vit duga

- So væl duga vit, at gera animatiónsfilm, sigi eg við Árna Øregaard, sum er margmiðlasmiðjur í Námi. Føroyskt allan vegin ígjøgnum!Árni hevur havt ábyrgdina av at savna - og í onkrum føri at gera - allar teir sangir, sum eru í Barnasangbók Føroya, so teir kunnu síggjast á YouTube við teksti og øllum.Árni hevur fingið teknaran, Allan Korsager Davidsen, at gera henda sjáldsama væl úr hondum greidda føroyska animatiónsfilmin til sangin Fimm smáar apur, sum er hin nýggjasti á YouTube-rásini hjá Námi Barnasangbók Føroya.- Serliga nógvar sýningar hava verið eftir at hesin nýggi filmur varð lagdur ú ...

2019-03-13 10:52 Botnur ella fjørður

Fólkaræði byrjar heima, fer út í túnið, bygdina, samfelagið - og kanska inn á ting. Fyri at halda skil á, hava vit onkuntíð hildið at umboðandi fólkaræði, representativt demokrati, er loysnin, tí øll hava ikki stundir og førleikar til alt alla tíðina. At vit í hesum ljósi hava valt fólk á ting, sum enn ikki hava tikið stig til at fáa Føroyakortið heim, er spell, men vit hava fakfólk til uppgávuna. Teirra millum telist Eivind Weyhe. Hann sigur m.a. soleiðis í nýggjastu Dimmu:"J.C. Svabo nevnir plássið fleiri ferðir í Indberetninger 1781-82, og hann er ikki í iva um navnið. Eftir at hava umrøtt ...

2019-03-12 15:37 Heimsmálini á filmi

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám fyri filmskapping fyri hádeild og miðnám um Heimsmálini hjá ST.Luttakandi filmar skulu lýsa minst tvey av teim 17 Heimsmálunum, sum eru lýst av ST.Longdin á lidna filminum kann í mesta lagi vera 7 minuttir.Frásøgumátin er upp til næmingarnar, bara hann heldur seg til evnið og endamálið, sum er at upplýsa um Heimsmálini.Ein greið undirvísingargongd skal fylgja við filminum, so hann er klárur at brúka á undirvísingarportalinum Snar. Á henda hátt kunnu aðrir lærarar eisini brúka filmin.Tilmeldingarfreistin er 1. septembur, lidni filmurin skal sendast Námi í ...

2019-03-08 11:19 Grindadráp doesn't fit this picture

Soleiðis havi eg aldri sæð grindadráp avmyndað fyrr. Hugtakandi dronumyndina úr Syðrugøtu eigur pólski ferðamaðurin Jakub Witek. Eftir at hava súkklað runt Ísland og fyri fyrst ferð í lívinum gjørt ein film um pólendingar har, hevur Witek vitjað fýra ferðir í Føroyum og roynt seg við heimildarfilminum Faroe Way The Art of Survival in the Faroe Islands. Vakrar myndir við góðum frásøgufólkum og heilt nógvum práti. Serliga takksamur er Witek fyri at hitta pólsku kvinnurnar Ewelina Joensen og Kinga Eysturland í Klaksvík og Klaudia Borowiec í Syðrugøtu gjøgnum Facebookbólkin Polonia Farerska. Men t ...

2019-03-06 11:39 8 milliónir til film um ríkisfelagsskapin

Ulla Hæstrup, ið sum barn búði í Suðuroy, har hon eisini gekk í skúla, fer nú at hava skeið um heimildarfilm í Filmshúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Síðan ársbyrjan í 2015 hevur hon verið filmsráðgevi í Danska Filmstovninum.- Filmshúsið hevur gjørt av at seta sjóneykuna á heimildarfilm í 2019. Tað gera vit við eini røð av skeiðum og verkstovum um hugskotsmenning og arbeiði frá hugskoti fram móti lidnum filmi, sigur Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, í tíðindaskrivi í dag. Pláss er fyri 12 luttakarum á fyrsta skeiðnum, sum verur 30. og 31. mars í Filmshúsinum.Ikki minni áhugavert fyri ...

2019-03-01 11:52 Fleiri og fleiri ganga í biograf

Fleiri og fleiri fólk ganga í biograf. Tað er sjón - ella tal - fyri søgn. Tá Filmsfelagið byrjaði nýggja samstarvið við Havnar Bio var ársmiðaltalið fyri hvørja sýning 98,1 seld atgongumerki. Síðan hava miðaltølini fyri árið í Filmsfelagnum svinga millum 77 og 98 seld atgongumerki fyri hvørja sýning. Filmarnir hava verið millum 28 og 32 ymiskir hvørt árið í Havnar Bio. Men í ár ber av. Higartil hevur miðaltalið fyri hvørja sýning í Filmsfelagnum verið heilt uppi á 147,2. Vit fegnast. Kom í biograf og síggj film í felag. Tað er tað, sum Filmsfelagið stendur fyri. Filmar í felag. Og so kanst tú ...

2019-02-28 07:47 Fekk gávu frá Maluni

Tá hin í Føroyum kendasti danski filmsleikarin, 70 ára gamli Jesper Christensen, í gjárkvøldið fekk høvið at enda Tórshavnar Filmfestival, TÓFF, við nýggja filminum ”Før frosten”, fekk hann eina gávu frá Maluni Fosaa.Gávan var ein svørt butterfly úr føroyskari laksaskræðu og mansjettknappar. Nakað somu gávu fekk danski krúnprinsurin frá Føroya Løgtingi, tá hann fylti 50. Í gjár gjørdu Malan og tær eina gávu lidna, sum er ætlað danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen.Jesper Christensen var sorinskrivarin í ”Barbara”, ið er mest sæddi filmur í Føroyum, hevur tríggjar ferðir spælt við í ...

2019-02-24 09:55 Andrias fær Geytan á triðja sinni

Hann pitchar longu næsta filmin, ein ovurfegin Andrias Høgenni við Geytastandmyndini í hondini í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, tá hann vann Geytan á triðja sinni. Fyrstu ferð var fyri Stina Karina í 2015 og aðru ferð fyri Et knæk í 2016. Í fjør vann Trygvi Danielsen, Silvurdrongur, Geytan fyri filmin 111 góðir dagar.Í ár varð Runavíkar kommuna sponsorur, so tað fall borgarstjóranum, Torbirni Jacobsen, í dagligari talu Tobba, í lut at handa vinningin, sum er Geytastandmyndin og 30.000 krónur. Tað gjørdi Tobbi við eini rimmartalu at stimbra føroyska filmsumhvørvið og við eini stuttligari søg ...

2019-02-23 09:19 Ræst frá borgarstjóranum í Sumba

John Mikkelsen og Hjalmar Johannessen eru í køkinum í Nýggjastovu heima í Havn, har matstovan Ræst heldur til. John hevur mong ár verið vertur og matstovuleiðari, og í kvøld er tað Hjalmar, sum ger matin. Hann er kokkanæmingur, og mánadagin fer hann til Danmarkar á skúla í tíggju vikur, og kemur so aftur sum útlærdur kokkur.Her er heimligt sum í kova, tá John letur dyrnar upp og bjóðar vælkomin. Tað angar av røstum. Umframt matgerð á høgum støði í øllum grannalagnum eru júst hesi húsini serstøk, tí her búði Hammershaimb, sum legði lunnar undir føroyska málið, so tað ikki doyði út, men bleiv ei ...

2019-02-22 09:04 Mest sæddu filmar í Føroyum

Við Rannvá Gaard Fossaberg og Káru Bjarnadóttir Jacobsen sum vertum varð í sendingini Góðan Morgun Føroyar í morgun avdúkað, hvørjir fimtan filmar eru teir mest sæddu seinastu fimm árini í Havnar Bio, har allar flestu fólk ganga í biograf. Kári Sólstein tók myndina av okkum í studio fimm.Hin biografurin er Atlantis Bio í Klaksvík, sum hevur tólv tey allar bestu setrini í landinum, og onkuntíð eru spildurnýggir biograffilmar eisini at síggja í Løkshøll í Runavík.Her er úrslitið úr Havnar Bio, har filmar oftast verða vístir við donskum heiti, tí teir eru frá donskum filmsútleigarum. Ovastur á li ...

2019-02-21 22:54 Oscargitingar

So hevur danski filmnørdurin Casper Christensen lokkað meg at velja Oscarvirðislønir, soleiðis uppá forhond og onkustaðni uppá kvamsvís, har eg eri í villareiði. Men her eru mínar Oscargitingar í ár: Thanks for filling out Dine Oscar-gæt 2019Here's what we got from you: Dine Oscar-gæt 2019Gæt hvem der vinder ved årets Oscaruddeling og vind retten til at blære dig i et år, samt en tjeneste af Filmnørdens Hjørne. Vi holder øje med, hvem der fører konkurrencen under selve uddelingen, som vi dækker direkte på filmnoerden.dk/live mandag d. 25. februar fra kl. 01.00. Vi høres ved og god fornøjelse m ...

2019-02-21 08:03 Menn tora í torra

Meðan tey bæði spæla Wonder Woman við Kacey Musgraves í útvarpinum, ein sangarinna sum helst fer at bjarga kántrítónleikinum í útryðjuni hjá okkum í Norðuratlantshavi, undrist eg yvir at menn tora so væl í torra. Teir seta seg á forsíðuna við størsta toskinum ovast, og redaktiónin er bara menn, frá skrift til prent. Sexuelt er hetta nokkso homogent. Men ein kvinna sæst í tíðindarenslinum longst til høgru, men eg skilji at tað er ikki tí at hon hevur álboga seg fram úr almúguni, nei, tað er tí at hon fyllir fýrs. Allar mest løgna er at útvarpið og sjónvarpið so trúliga sendir á báðum almannarás ...

2019-02-20 07:28 Góðar oddagreinar

Av og á kemur mær til hugs, hvussu góðar oddagreinar vóru fyrr, og hvussu langt er millum góðar oddagreinar í dag. Gamaní komu bløðini oftari út fyrr og oddagreinarnar vóru munin sjónligari. Tað henta í hesi søguligu gongd var tá, at kunna vísa næmingum á bygnaðin í eini góðari oddagrein, og støðugt at bera saman við krøvini til ein stíl í elstu flokkum fólkaskúlans, inngang og útgang og at halda seg til eitt evni og grundgeva fyri tí, og at pláss eisini skuldi vera fyri egnum ískoyti, sum gav stílinum eitt persónligt frámerki. So kom próvdómarin til og tryggjaði vegna øvrigheitina at avrikið ...

2019-02-19 21:34 Lítlum báti rekist eg á

Fríggjadagin letur Steinprent dyrnar upp fyri framsýning hjá Peter Callesen, sum hevur arbeitt í verkstaðnum. Í tíðindaskrivi verður sagt, at framsýningin er fyrst og fremst tilfarsliga sermerkt. Tí umframt grafisku verkini, framsýnir Peter Callesen eisini verk, har hann brúkar pappírið sum skulpturelt tilfar. Hann hevur til framsýningina gjørt tvey verk, Time is Running og Falling Cloud, ið taka støði í sálminum hjá Fríðriki Petersen, "Tíðin rennur sum streymur í á", sum við inniligari lýsing av áraleysa rekanum mót stóra fossinum, setir orð á tilverunnar grundtreyt, at lívið er stokkut, og a ...

2019-02-18 23:47 Matur og leikur - tað er Deyðadansurin 3.0

Samstundis sum matstovan KOKS aftur hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið, bjóðar Gunnvá Zachariasen undir heitinum Deyðadansurin 3.0 til sjónleik við Strindberg-drama undir leiðslu av Pelle Nordhøj Kann og heilt serligum mati frá kokkinum Soniya Sjöberg.- Júst sum August Strindberg sjálvur eksperimenteraði við sínum naturalistisku royndum á Intima Teatern í Stockholm fyrst í seinastu øld, har hann kunngjørdi, ‘at sjónleikur skuldi upplivast sum veruleikin sjálvur’ og verða heilt tætt at áskoðaranum, soleiðis er eisini Deyðadansurin 3.0 ein sera intim, forkunnug, fyri ikki at siga eks ...

2019-02-14 00:33 Áarstova er eitt greitt konsept

- Tá ið tað snýr seg um at branda og marknaðarføra eina matstovu, er tað sera umráðandi, at matstovan hevur eitt greitt og týðiligt konsept, sigur Ann Krista í Dali, til vinstru við gluggan í Áarstovu. Hinir eru verturin og matstovuleiðarin, John Mikkelsen, og samskiparin og íverksetarin, Johan Mortensen, sum báðir hava umsitið Gastronomiska Kalendaran Heima í Havn síðan 2011.- Tað skal ikki vera nakar ivi um, hvat fyri slag av matstovu, talan er um. Tá er tað bæði stuttligari og lættari at marknaðarføra hana, sigur Anna Krista, ið nýliga er byrjað sum Digital Marketing Manager hjá samtakinum ...

2019-02-12 06:50 Siga tit Klæni og Kubbi ella Gøg og Gokke?

Ofta verða altjóða filmar og bøkur umrødd herheima við danska heitinum. Til dømis De Ti Bud ella Gøgereden, sum kunnu verða nokkso stuttlig heiti at brúka í føroyskum teksti, skal ein ikki gera seg sekan í sitatfuski, tá fakfólk tosa um film og bøkur. Nú eru tað Gøg og Gokke ella Klæni og Kubbi. Hvussu siga tit?Fyri fyrstu fer í allari søguni um film er lívið hjá klæna bretanum Stan Laurel (1890-1965) og tjúkka amerikanaranum Oliver Hardy (1892-1957) gjørt til spælifilm. Upprunaheitið á nýggja filminum er fornøvnini á teim um báðum Stan & Ollie. Teir vóru frammi í slapstick sjangruni frá 1927 ...

2019-02-11 21:01 Filmsfepur í februar

Hetta er filmurin eg fyrst og fremst vil viðmæla filmshugaðum fólki at síggja í februar, svenski Korparna, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum á middegi, klokkan tólv, týsdagin hin 26. februar. Nýggi filmurin, sum byggir á samnevndu skaldsøguna hjá Thomas Bannerhed frá 2011, fer fram á einum svenskum bóndagarði í sjeytiárunum. Óstortligi pápin vil hava sonin at taka við garðinum, men áhugamálini hjá soninum sampakka illa við pápans. Ein kørg, men serstakliga sterk søga, sum longu frá byrjan ber boð um, at leikstjórin er pressufotografur og hevur serliga gott eyga at lýsa tjúkka akurin og le ...

2019-02-08 07:14 Gráa gullið er gott!

Brilljanta sangarinnan, sum var at hoyra í hvørjum bygdabili í sjeyti- og áttatiárunum, Linda Ronstadt, er enn frammi og reiðiliga tað. Gamaní ikki sum sangarinnan, men 72 ára gomul, parkinsonrakt í mong ár, og  ikki sungið alment í tíggju ár, kundi hon í sunnudagsmorgunsjónvarpi hjá CBS siga frá um eitt virkið lív, sum enn ikki er brent út ella brent av. Og lagnum bilar einki. Í samrøðuni við sunnudagsvertin sigur Linda Ronstadt, at hon syngur innantanna: "I sing in my brain all the time. It’s not quite the same as doing it physically. There’s a physical feeling in singing that’s just like sk ...

2019-02-06 07:27 Er tað ein dygd at verða síðst?

Klokkan 17:44 kann privati tíðindaportalurin In.fo við privatu sendistøðini FM1 sum keldu siga okkum, at javnaðaruppstillaði tinglimurin, Sonja Jógvansdóttir, sleppur ikki í Tjóðveldi, hóast hon hevur meldað seg inn í Eysturoyarpartin av tí flokkinum. Vit fáa nágreiniliga at vita, hvussu limir í flokkinum hava atkvøtt fyrr og ímóti at innlima Sonju í Tjóðveldi á tingi.Ein tíma áðrenn, tað er klokkan 16:46, kundi eins privati miðilin VP kunngera tað sama niður í somu smálutir, at Sonja Jógvansdóttir varð vigað og funnin ov løtt og slapp ikki í Tjóðveldi.Hvørki kl 17 í landsfíggjaða lisens- og p ...

2019-02-06 00:01 Olaf finnur ein penn, sum lýsir

Hann lýsir heilt út í tún! Olaf hevur funnið ein penn, sum lýsir í myrkrinum og út í kavan, tá tú koyrir hurðina upp út á terrassuna í Tórsbyrgi.Tað var í gjárkvøldið at Olaf, Marjun og Hanus vóru til døgurða, tí nú er nógv at ráðleggja sum dagarnir koma. Í dag fyllir Olaf tvey ár og er størri og vaksnari enn nakrantíð fyrr. Einki er sum at fáa ein abbason. Á, denn náði. Til lukku við honum, tit bæði. Og annars vit øll!Her er Olaf farin uppá loftið at kanna fløgur og bond hjá abbanum. Fløgur eftir bókstavaraðnum og háteknologisk dat bond, sum eingin brúkar longur. Soleiðis fer tíðin við øllum. ...

2019-02-03 22:47 Listin er ikki til sølu

Netflix hevur gjørt tað aftur - ein framúr film við avbjóðandi undirhaldi í nógvum løgum til tey, sum síggja stroymingartænastuna heima í stovuni. Velvet Buzzsaw er heitið á nýggja filminum, sum varð frumsýndur fríggjadagin. Og tað er ikki ein møðsom røð við repeterandi klisjéfigurum við innsettum lesbiskum senum, men ein kompaktur undirhaldsfilmur í spælifilmslongd.Tað er leikstjórin og handritahøvundurin Tony Gilroy (f.1959), sum er úr Santa Monica, ið hevur gjørt sarkastisku nøtri- og ræðusøguna um náðileysa yvirstættarummælaran Morf Vandewalt (Jake Gyllenhaal), sum í Los Angeles gongur sav ...

2019-02-01 12:24 Falstíðindi hótta fólkaræði

38 ára gamla Charlene White er bretsk sjónvarpsstjørna, sum er í starvi hjá stóra privata Independent Television News (ITN) har hon er vertur í ITV News í London. Eg møtti henni á Bett Show í London í farnu viku.- We all have a responsibility to make sure young people understand the difference between what’s real and what’s fake online. It’s important we give them the tools to navigate the fake news arena, so they can form their own balanced opinions of world affairs, once they have all the facts. Which makes what we do as journalists evermore crucial, sigur Charlene White á Bett Show í London ...

2019-01-21 07:20 Melissa Lindgren verður gestadómari

Svenska Melissa Lindgren verður gestadómari, tá Geytavinnarin skal finnast í Norðurlandahúsinum 23. februar í ár. Melissa er listarligur leiðari í Tempo Dokumentarfestival, sum er í Stockholm í døgunum 5.-11. mars í ár. Stevnan, sum byrjaði í 1989, er hin størsta at vísa heimildarfilm har í landinum.- Det är första gången jag besöker Färöarna, men jag har länge velat åka dit, sigur Melissa, ið lýsur svensku filmstevnuna soleiðis:- Tempo Dokumentärfestival är Sveriges största festival för dokumentära uttryck. Vi visar film, radio, foto och VR för en stor publik i Stockholm varje år, och vår mix ...

2019-01-18 15:16 In the family of things

Foto: Tummas Jákup ThomsenÍ Norðragøtu hevur Tummas Jákup Thomsen ruddað, umvælt og fotograferað húsini hjá Karli, ella Sofusi hjá Karli, sum stava frá 1927. Húsini eru beint yvirav hugtakandi og estetiskt nýskapandi kommandobrúnni hjá Osbirni Jacobsen, har Eysturkommuna nú heldur til, og har gangast kann á tekjuni. Tað hugvekjandi við hesum arbeiði, yvirav, er at síggja gjøgnum tíðina, sum var hon transparent, gjøgnumskygd, á sama hátt sum Philippe Carré gjørdi heim eftir Kongabrúnni í Havn í 1985.Á ovasta lofti í húsunum hjá Karli í Norðragøtu hevur Tummas Jákup funnið ein stakk av Dimmum. V ...

2019-01-15 19:32 Filmsfelagið spennir seg út

Klipt mynd av heimasíðuni hjá Filmsfelagnum- Meir altjóða og spennandi kann tað neyvan verða enn í Filmsfelagnum beint nú. Soleiðis sigur Filmsfelagið ídag, og heldur fram við at nevna filmarnar, sum standa ovast á skránni beint nú.- Fyrst ein franskur, síðan ein svenskur um Astrid Lindgren í rebelskum ungdómsárum, so ein Oscartilnevndur úr Libanon um drongin, sum saksøkir foreldrini fyri at hava sett hann í verðina, nýdanska meistaraverkið Før Frosten, har høvuðsleikarin Jesper Christensen sjálvur verður til staðar, og nýggjasti filmurin um van Gogh, har Willem Dafoe hevur størsta leiklut, sí ...

2019-01-14 07:24 Finnur verður Geytavertur

Meðan útlit eru til at Oscarhandanin fyri fyrstu ferð síðan 1989 verður uttan vert, er púra greitt, at sama vikuskiftið verður Finnur Koba vælupplagdi verturin, tá føroyska Geytatiltakið fer av bakkastokki í eini fulsettari høll í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið hin 23. februar.Við í sjeyndu Geytakappingini eru í ár hesir filmar:12 (Hanna og Mikkjal Davidsen 1:28 min)Góðastova (Maria Guldbrandsø Tórgarð 17:00 min)Omman (Julia í Kálvalíð 12:00 min)Ikki illa meint (Andrias Høgenni 21:00 min)Julians Stigi (Atli Brix Kamban 17:37 min)Annika (Heiðrik á Heygum 20:00 min)Tyggigummi (Gudmund Helmsdal ...

2019-01-08 06:08 58 virðislønir til íslendskan film

Undanfarna ár fingu íslendskir filmar 58 altjóða virðislønir. Tað skrivar íslendska nettænastan Klapptré, sum hevur talt og sæð filmarnar. Ein teirra, Andið eðlilega, fekk virðisløn á altjóða minnilutafestivalinum í Havn í august í fjør. Júst henda filmin sá eg á árliga feriutúrinum í Lübeck, har tey hava víst norðurlendskan film í 60 ár. Omanfyri er leikstjórin, Isold Uggadóttir, avmyndað við inngongdina til biografin.Samstundis sá eg hin stóra íslendska vinnaran, Kona fer í stríð, sum fekk fyrstu virðislønina har í býnum, eins og virðisløn Norðurlandaráðsins sum hin besti í fimm Norðurlondum ...

2019-01-07 07:24 Jesper Christensen í Føroyum

Mikudagin 27. februar verður víðagitni filmsleikarin Jesper Christensen í Føroyum við filminum Før frosten.  Spildurnýggi filmurin, sum er ein lagnusøga úr miðjari 19. øld, er partur av filmfestivalinum TÓFF, sum Norðurlandahúsið, Filmshúsið, Filmsfelagið, Klippfisk, Filmsfjepparafelagið Hygga Síggj og Føroysk filmsfólk skipa fyri. Høvuðsleikarin, Jesper Christensen, og konan Tove verða til staðar.Tina í Dali Wagner, sum er stjóri í Filmshúsinum, fer eftir sýningina at práta við Jesper um hansara virksemi sum filmsleikari, og at seta hon spurningar, sum eisini kunnu koma úr biografsalinum.Jesp ...

2019-01-04 23:38 Hvat hendi úr útvarpinum og inn í sjónvarpið?

Í dag varð eg sum bloggari boðin í útvarpssendingina Pressan hjá Øssuri Winthereig. Við støði í nýggjársrøðu løgmans legði verturin fyri við hesum spurningi:Eg havi biðið Birgir Kruse siga sína hugsan um nýggjársrøðuna. Tú hevur á tínum bloggi skrivað, at tú hoyrdi røðuna fyrst og helt tað var ein góð røða, men tá tú sást røðuna aftur í sjónvarpinum, so helt tú nakað annað. Kanst tú greina hetta nærri, hvat hendi úr útvarpinum og inn í sjónvarpið?- Ja, tað kann ivaleyst tykjast lurtaranum løgið, at sama røða, við sama høvið, kann upplivast so ymiskt, sum talan er um í hesum føri frá útvarpi og ...

2019-01-01 14:39 Góð røða - ring pallseting

Gamlaárskvøld helt løgmaður eina framúr góða nýggjársrøðu. Ja, hina bestu eg minnist meg at hava hoyrt, hóast minnið ikki er tað, tað hevur verið. Hoyrdi nýggjársrøðuna í Útvarpinum meðan ræsta kjøtið kom inn á borðið. Ein fín røða, borin á nýggjárslógvum afturvið ræsta deyminum, beint til innara biografin. Men bara so leingi eg blundi og lurti eftir útvarpi. Í dag sá eg útvarpsrøðuna, so sum hon eisini varð sjónvarpað. Upptøkan var brilljant fokuserað við føstum kamera, tveimum lampum, tvær ferðir tveimum ljósum - og so tveimum hondum. Og hondina á slipsið. Reyða slipsið. Hetta var ein ørkyml ...

2018-12-29 13:33 Amariel í Glostrup

Leygardagin 5. januar klokkan 14 letur Glostrup Kunstforening dyrnar upp fyri framsýning við Amariel Norðoy, sum nú býr í Keypmannahavn.Framsýningin, sum er hin fyrsta av átta hjá felagnum í Glostrup Fritidscenter í komandi ári, er opin til 30. januar.Listafelagið, sum er stovnað í 1952, hevur javnan føroysk listafólk á skránni.Á heimasíðuni hjá Glostrup Kunstforening stendur, at endamálið við felagnum er at "virke til fremme af interessen for kunst. Dette søger foreningen i første række realiseret:a) ved afholdelse af udstillinger, foredrag, studiekredse, kurser, start af kunstcirkler o.I., e ...

2018-12-22 12:03 Bier í blindum

Í nýggja Netflixfilminum Bird Box letur danska Susanne Bier (f.1960) okkum uppliva eina nútíð við eini ræðandi innrás, sum vit aldri síggja. Bara fuglarnir síggja innvasiva fíggindan, sum fær fólk at gera sjálvmorð. Loysnin er at ganga í blindum, tað er at hava bind fyri eyguni. Ein nøtrisøga, sum minnir um War of the Worlds hjá H.G.Wells frá síðst í 1800-talinum, Invasion of the Bodysnatchers frá fimmtiárunum, og mordarasøgurnar hjá Agathu Christie, har fleiri og fleiri fella frá, og uppgávan er at gita, hvør er fíggindin. Bird Box er í tveimum løgum, fimm mánaðir undan, og so nú, tá Sandra B ...

2018-12-21 10:14 Eftir jólaseyði á Mannaskarði

Stytsta dag eru vit eftir jólaseyði við Mannaskarð. Soleiðis er heitið á gøtuni við Námskjallaran, sum yvir av Akstovuni fer oman av Hoyvíksvegnum millum Mentamálaráðið og heilsøluna hjá Poul Michelsen. Mannaskarð, á sløttum og mest sum mitt í Havn.- Her eru tey, sigur starvsfelagin, Sigfríður, um tey bæði árligu sundurlimaðu jólakrovini, sum hann hevði við av Eiði í morgun.- Tvey veðurlomb, lembd í Kollinum. Hava annars gingið í Svínabotnum, sum eru tveir, og við Foldarskarð fyri Norðan, sigur Sigfríður, meðan posarnir skifta bagasjurúm í bilunum, hansara og mínum við gøtuna Mannaskarð. Tilsa ...

2018-12-18 06:59 Bestu útlendsku filmar at fáa Oscar

Í dag er kunngjørt hvørjir teir níggju filmarnir eru, sum enn eru við í kappingini um at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur. Teirra millum er komandi filmurin í Filmsfelagnum, hin svart-hvíti ”Cold War”, sum pólski Pawel Pawlikowski hevur leikstjórnað. Hann hevur áður gjørt svart-hvíta nunnufilmin ”Ida”, ið vann somu Oscarvirðisløn í 2015.Fyri nýggja filmin ”Cold War” vann Pawlikowski virðisløn sum besti leikstjóri í Cannes í ár og allar fimm tær fremstu virðislønirnar frá European Film Awards. Felagsskapurin hevur latið virðislønirnar í 31 ár, og í ár varð handanin í Sevilla í S ...

2018-12-16 16:00 Jólanýtt á Netflix

Svart og hvítt, stroymt av Netflix og innar í jólastovuna við persónligum uppvakstrarsøgum úr býlinginum Roma í Meksikobýi í sjeytiárunum, er tað besta á altjóða biografløriftinum í ár. Tað eru mest lisnu filmsummælarar samdir um, eins og dómsnevndini í Venezia, har tey hava elstu filmstevnuna í heiminum og góvu filminum Gyltu Leyvuna, samstundis sum tey í Cannes bannaðu alla stroyming frá Netflix niður og norður, so leingi tey ikki gera film til gamalkenda biografin, har vit síggja hann í felag, filmin. Tí røðir eru ídnaður og filmur er poesiur, sum Thierry Frémaux, filmstevnustjóri í Cannes, ...

2018-12-04 14:32 29 filmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina - Størsti áhugi nakrantíð

Í gjár, mánadagin 3. desember á midnátt, var freistin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. februar 2019.Í tíðindaskrivi í dag sigur Norðurlandahúsið, at inn komu fráboðanir um 29 føroyskar stuttfilmar, sum á sjeynda sinni fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina.Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. - Stuttfilmurin kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur fyri handilsligt virksemi, siga fyrireikararnir.Filmsnevndin sigur, at trý metingarvir ...

2018-12-02 11:11 Bach í kertujósi í Kirkjubø

Hóskvøldið 6. desember verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Hon er elsta kirkjan, sum er í brúki, upplýsur heimasíðan hjá fólkakirkjuni.Undir heitinum Bach í kertuljósi í Kirkjubø verður tónleikurin framførdur so at siga í myrkri. Fyrireikararnir siga, at tónleikararnir fara at spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið er prýtt við ljósmyndum av meistaranum sjálvum og eyðkendu nótaskrift hansara.- Hesaferð er unga songkvinnan av Sandi, Birita Poulsen, gestur okkara. Hon búleikast dagliga í Berlin, har ið h ...

2018-11-26 16:49 Nú koma mest skakandi filmarnir í føroysku biografarnar

Eftirlitsmyndugleikar av gamla viktorianska slagnum, sum vit ikki longur hava her í landinum, tí teir langt síðan eru spardir burtur, eru í Danmark samdir um, at mest skakandi filmarnir har, eru í ár Holiday hjá Isabellu Eklöf og The House that Jack built hjá Lars von Trier.Nú verða báðir vístir í Føroyum.Tað var ikki gamalt, at filmar høvdu frítt at fara í føroyskum biografum ella filmsfeløgum.Millum filmarnar, sum vórðu bannaðir at vísa meðan Filmseftirlitið var virkið, eru The Last Temptation of Christ (Martin Scorsese 1988), sum hevði danska heitið Kristi sidste fristelse, Life of Brian (T ...

2018-11-25 22:12 Barbara Lervig var við at gera Holiday

Her sæst føroyska Barbara Lervig, standandi mitt fyri í svørtum, saman við upptøkuliðnum, ið gjørdi filmin Holiday. Myndin er tikin á altjóða filmstevnuni, sum hvørt ár er í Göteborg. Barbara hevur loyvt mær at blaða í myndasavninum, nú Holiday verður sýndur herheima mikudagin. Á myndini niðanfyri, sum er tikin á turkisku Bodrum strondini, er Barbara nummar fýra frá vinstru.- Tað var á fimtu lestrarhálvu á bachelorinum í Film- og miðlavísindi, at eg valdi at fara í starvsvenjing. Eg fekk eitt pláss á produktionsselskapinum Apparatur aps, sum tá var í holt við síðstu fyrireikingar til spælifilm ...

2018-11-24 15:41 Ikki fyrr enn tá - er vinnarin!

Oddfríður Marni Rasmussen vann Bókhandlaravirðislønina í 2018, sum var latin á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í dag. Heitið á skaldsøguni er Ikki fyrr enn tá. Vinningurin er 100.000 krónur og útgávusáttmáli við forlagið Sprotan.Grundgevingin hjá dómsnevndini er soljóðandi:Føroyskur skaldskapur hevur við Ikki fyrr enn tá fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvar ...

2018-11-23 14:02 Ræstkjøtaburgari

Hetta er hann, Ræstkjøtaburgarin, sum Street Food borðreiddi við uttan fyri handilin hjá Svend Krosstein á Hálsi í Havn í dag, svartafríggjadag. Hevði sett mær fyri, einki at keypa henda mammonsdag, men fall fyri freistingini, tá nakrir starvsfelagar settust við borðið at eta Ræstkjøtaburgaran við knívi og gaffili.Fyrsti bitin er so herskin, at tú ynskir tær eina myrka øl afturvið. Tað smakkar av summarstevnu og tú ynskir tær eisini vind í andlitið. Hetta er ein burgari, ið skal etast úti og helst á stevnu. Men næsti biti normaliserar smakkleykirnar á tungu og í munnholu, so nú er alt á sløttu ...

2018-11-19 23:08 Hanna og Mikkjal vunnu

Systkinini Hanna og Mikkjal Davidsen úr Havn vunnu í kvøld 10.000 krónur fyri stuttfilmin 12 ár í kappingini hjá Klippfisk, sum byrjaði fríggjakvøldið klokkan seks, tá evnið "Meðan vit bíða" varð kunngjørt. Kappingin endaði 48 tímar seinni, sunnukvøldið klokkan seks, tá dómsnevndin møttist og metti um allar teir 21 filmarnar, sum komu inn. Partur av evninum var ein forðing, ið skuldi fatast sum ein spegil ella spegling.Sum vinnarafilmurin bendir á, er Mikkjal 12 ára gamal. Hanna, sum hevur leikstjórnað, er 18 ára gomul og gongur í 3.g á Glasi, har yndisfakið er miðlakunnleiki. Mikkjal, sum er ...

2018-11-16 06:49 Kvinnufilmar í felag

Kovboyfilmar vita vit, hvat er, men hvat er ein kvinnufilmur? Eru tað filmar um kvinnur og kvinnuviðurskifti; filmar, sum kvinnur gera, ella bæði og kanska okkurt triðja?Í september royndi Filmsfelagið at seta nýggjar kvinnufilmar á skrá í Havnar Bio og í Norðurlandahúsinum, eisini ein føroyskan, við góðum innleiðarum, sum allir vóru kvinnur. Frálíkt tiltak, spyrt tú meg. Tí samstundis kom eisini fram, at nógv tey flestu, sum ganga í biograf, eru kvinnur. Kvinnur eru vorðnar mentanarberar, tað er sjón fyri søgn, fert tú í biograf eitt fulsett kvøld.Nú fer Filmsfelagið at vísa fyrsta filmin hjá ...

2018-11-14 16:16 Temasíða á Snar um miðlar

- Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í miðlunum er tíðarbundið. Eins og kronos merkir klokka, so er ein kronikkur ein tíðargrein. Greinin skal fanga okkurt, sum er í tíðini í tí landinum, har vit búgva. At vera journalistur merkir at vera ajour, tað er altíð at vera dagførdur, sama hvør miðilin er.Soleiðis byrjar nýggja temasíðan á Snar um miðlar, sum sæst her.- Umframt at lesa, fara vit í hesum tema eisini at spæla journalistar. Við støði í galdandi námsætlanum fara vit at skriva og læra okkum ymsu sløgini av journalistiskum tekstum, at brúka keldur og meta um falstíðindi. Tilfarið um miðlar e ...

2018-11-10 11:25 Bankatoskur frá Kára

Kári Kristiansen úr Kollafirði er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbaru, sum er í Gongini heima í Havn. Vit sita niðri undir, og tað er sum í galluni undir dekki á einum fullriggara. Gólvbrettini geva seg, tá gestir koma inn og sum frálíður fylla húsið, og tænastugenturnar tita aftur og fram. Portugisiskur sangur við Elis Regina, Velha Roupa Colorida, frá 1976 fyllir rúmið. Ein organisk uppliving millum hvíttaða kjallaragrótið og mjúku sitipúturnar við føroyskum mynstrum. Saman við Ólavi Heinesen og Ólavi Sjúrðarberg, hevur kokkurin Kári sjálvur flakt bankatoskin uppi á Hotel Føroyum.Ein anna ...

2018-11-05 21:59 Filmur og fittlig feria

Seinastu feriuvikuna í ár brúkti eg til at fara við Atlantsflogi til Keypmannahavnar og so við toki til norðurlendsku filmstevnuna í Lübeck, sum í ár varð hildin á 60. sinni. Niðanfyri sæst, við dømi frá mikudegnum, hvussu ein dagsskrá á pappíri kann síggja út. Ikki tí, hon fæst eisini sum app, filmskráin í Lübeck. Allir filmar eru biografaktuellir, hava enskan undirtekst, og verða sýndir í biografunum CineStar, Kolloseum, Filmhaus og Koki. Tá fetteljarin vísti mest, varð talið seytjantúsund eftir einum degi. Tilsamans sá eg nítjan filmar frá týsdegi til leygardag. Nokk so stuttligt at ganga i ...

2018-10-31 06:43 Bárður Oskarsson fær virðisløn

- Myndabókin Træið (Træet, Forlagið Torgard, 2018, umsett av Hugin Eide), eftir føroyska høvundinum, Bárður Oskarsson, vinnur Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í 2018. Soleiðis varð kunngjørt í Operuni í Oslo í gjárkvøldið, tá svenski høvundurin og myndprýðarin, Gunilla Bergström, handaði virðislønina, sum forleggjarin hjá Bárði, Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags, tók ímóti.Bárður Oskarsson fekk hesa grundgeving frá norðurlendsku dómsnevndini:"I en tid där allting tycks öka i tempo, har vi valt att belöna en berättelse som vågar ta sin tid. I en ve ...

2018-10-27 11:00 Nummar eitt av tveyogfjøruti á heimavølli

Nei, tað er ikki heimabóltur á fremmandum hondum, nei tað er beint her í okkara egna túni, at besta føroyska máltíðin verður serverað, heilt nágreiniliga í Áarstovu eitt fríggjakvøld í Havn meðan bátarnir liggja fyri teym á Eystaruvág, og eg fá eygað á ein luksussiglara av Argjum innan fyri Bursatanga.Inni í Áarstovu bjóðar matstovuleiðarin, John Mikkelsen, og alt hansara lið av fryntligum og dugnaligum kvinnum og monnum, vælkomin. Frá vinstru eru tær Barba, Ása Maria og Ásvør. Nú eru vit í teirra hondum.Skeltið hjá gøtunavnanevdini boðar frá, at vit eru í Sandskoti, sum er smogan millum Áarst ...

2018-10-25 20:17 Cinema romance í Flógvanum

Eir í Ólavsstovu hevur gjørt ein frálíkan dokumentarfilm Havið - kærleiki umborð (42 min) um útróðrarparið Sonna av Eiði og Jenny úr Vík. Fyrst ein rættuliga vanligur útróðrarfilmur av close-up portrettslagnum við varisligum aldum á Norðhavinum í baksýni, og av handahógvi merktum tónleiki afturvið, í so nógvum tónleiki, og so ljóðupptøkum, ið eru eitt sindur illa stýrdar, tí tað mesta er so impromptu og púra óvæntað á parlagsdekkinum. Hetta er cinema útróður romance og so vanliga skiftið til bindiklubban harheima. Yviri í Gjógv sita tær allar, flestu úr Vík, inni í gomlu húsunum hjá Ova, giti ...

2018-10-24 12:58 Gunvør og Osvald kanna lesiførleikan

Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, sum fyrr hava gjørt hópin av Súlutilfari til byrjunarundirvísing í fólkaskúlanum, hava nú eisini gjørt Eftirmetingartilfar til fyrstu lesi- og stavimenningina. Tilfarið varð lagt fram á samkomu, sum Mentamálaráðið skipaði fyri í Námi týsdagin.Talan er um spildurnýtt føroyskt eftirmetingartilfar, sum skal hjálpa lærarum í 1. og 2. flokki at meta um lesi- og staviførleikan hjá smæstu næmingunum. Endamálið er at fáa skilgreinað júst hvørjum stigi næmingurin er á, fyri betur at fáa hjálpt honum víðari í undirvísingini.- Hetta hevur verið eitt stórt, drúgt og umf ...

2018-10-19 11:59 Hjartaslátturin í Pressuni ein fríggjamorgun

Einki er so óstuttligt sum endursent skemt. Tað var mín fyrsta landkenning á vesinum meðan morgunútvarpið gekk. Men so spæla tær báðar, hon við hofreportararøddini og hon við steiningarlagnum, Stjørnurnar blinka við Maluni Thomsen og einzweidrei eri eg í jólalag. Keypi morgunbreyð frá enn eini kvinnu í Morgunmylnuni, sum hvørki er við Myllutjørn ella Klingurstjørn, og verið myntur á jólini, tí har hava tey kalendarar uppá tilboð, ein til bý ein til bygd. Jólini eru komin fyri fátøk og rík.Øssur, einasti free lancari sum ikki ger bíligar tónleikasendingar fyri Kringvarpið, er farin út um Stórag ...

2018-10-15 06:47 Ísrael á breddan

Aftur í ár hevur Ísraelska Sendistovan í Keypmannahavn útvegað tríggjar nýggjar ísraelskar filmar at vísa í Filmsfelagnum. Ísraelsku filmsdagarnir, sum eru almennir og ikki krevja nakran limaskap, verða í Havnar Bio í døgunum 12. - 14. november. Kendastur er filmurin Foxtrot (Samuel Maoz 2017), sum verður sýndur mikudagin 14. november kl 20.Í Tel Aviv eru hjúnini Michael og Dafna í døpurhuga eftir at hernaðarmyndugleikarnir hava borið teimum boðini um, at sonurin, Jonathan, er deyður í krígnum. Akkurát hvussu hann er fallin og hvar líkið av soninum er, fáa foreldrini ikki at vita. Mamman fær s ...

2018-10-12 19:49 Puigdemont í Føroyum

- Tað eru nógv ár síðani eg fekk áhuga fyri Føroyum, og eg vil fegin vitja tykkara vakra land, segði 55 ára gamli Carles Puigdemont úr Girona í Katalonia, tá Magni Arge hitti hann í januar í ár. Og nú er hann komin, ikki úr Katalonia, men úr Belgia, har han býr í útlegd. Umframt at vera politikari, hevur Puidgemont eisini verið journalistur. Hann var borgarstjóri í Girona frá 2007 til 2016 og forseti í Katalonia frá januar í 2016 til oktober í 2017, tá spanska stjórnin í Madrid koyrdi hann frá, tí hann lýsti declaració d'independència de Catalunya, katalonsku frælsisyvirlýsingina. Við fimm ráð ...

2018-10-11 06:03 Nina í Lübeck

Føroyski filmurin hjá Mariu Winther Olsen, "Nina", verður sýndur á 60. filmstevnuni í Lübeck í ár. - Hon er millum sterku kvinnurnar úr Norðuratlantshavi í ár, sigur stevnuleiðslan á tíðindafundi: - There’s no shortage of strong women from the North Atlantic rim either - Isold Uggadóttir from Iceland with “And Breathe Normally” (Andið eðlilega), and Maria Winther Olsen of the Faroe Islands with “Nina”. And not to slight the Baltic states, where a new generation of female directors is making its mark. From Lithuania, Giedrė Beinoriūtė presents “Breathing into Marble” (Kvėpavimas i marmura) and ...

2018-10-08 22:25 Tað verður óstuttligari, um tit avhøvda Óla

Við støði í eini Andøvsløtu á sendistøðini R7, sum eisini hevur havt Jóan Paula í Geil í gestarúminum í enn snedigaru sendingini Metis, eru privatpersónarnir Pauli Trond Petersen og Erling Eidesgaard blivnir so mikið stoyttir, at hin fyrri brúkar mikrofonina í løgtinginum, har hann er valdur at gera lógir, og hin seinni meldar á politistøðini, sum ein og hvør borgari eigur at gera.Markið er nátt og nú tala vit at, siga teir báðir sum virknir borgarar í einum fólkaræðisligum samfelag. Báðir hava framført greiðar orsøkir til júst at tala at.Eftir at frálíka útvarpssendingin Pressan, sum freelanc ...

2018-09-29 11:43 Havnin er í einum góðum stima

Havsins fruktir er lokkandi heitið á Barbara Fish House, sum fríggjakvøldið hevði fasta matskrá. Fyrimyndin er úr fronskum, Les Fruits de mer, ið sipar til el marisco, sum spaniólar kalla skeljadjór úr sjónum. Ein hugmynd, sum vit best kenna úr bóndans haga, og sum fevnur um tað, ið hagin kastar av sær, og borðið kann bera um heystið. Síðan aldarskiftið hevur matgerðin flutt seg, og ikki sjálvdan tengja við hugtakið list afturat henni, so vit fáa matlist á borðið.Býtt út á trý evni, skeljafiskur, heystskurður og bankatoskur, skipa matstovurnar Heima í Havn fyri temakvøldum. - Endamálið við hes ...

2018-09-26 12:51 Geytin sjeyndu ferð í 2019

Norðurlandahúsið skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 23. februar í 2019, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar.Í tíðindaskrivið í dag sigur Norðurlandahúsið, at Geytatiltakið er heilt vist best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.Um forsøguna til Geytan verður sagt, at tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum ...

2018-09-24 06:19 Dreymar við havið í Woodstock

Hóast myndin er hvítarussisk, eru dagsins gleðiboð úr Føroyum, at nú verður fyrsti filmurin í spælifilmslongd hjá Sakaris Stórá, Dreymar við havið, frumsýndur í USA. - Tað verður á altjóða filmsstevnuni Woodstock, USA, sigur framleiðarin, Jón Hammer, í dag. Myndina omanfyri tók hann á Northern Lights filmsstevnuni í Minsk í Hvítarusslandi í apríl í ár. Her er brot úr skránni fyri nítjandu filmstevnuna í Woodstock, har norðuri í New York í USA:Alternativa amerikanska filmsstevnan í Woodstock hevur nítjan ár á baki, og er kend fyri at leggja dent á sjálvstøðugan, independent, film. Í 2014 varð s ...

2018-09-23 16:28 Síðsummar

Í dag lukkaðist at fáa eitt dism av nýfalnum kava millum fingrarnar. Tað var undir Sornfelli, so langt niðan tú sleppir í bili.Vegurin fer í tvey, annar heldur fram niðan í Sornfelli, og hin fer til høgru, har til ber at parkera, ganga longur niðan á, ella bara njóta sjónina henda kalliga síðsummarsunnudag við liggjandi támi og skiftandi ljósi í allar ættir.Hóast nógv ferðafólk er á vegnum, onkur súklari eisini, so er vegurin mosagrógvin, har skeltið bannar almennari ferðslu.Umframt norðurlendsk ferðafólk eru eisini ferðafólk úr Eysturevopa í føroyskum leigubilum. Útsýnið vestur í hav, yvir Vá ...

2018-09-20 15:04 Tað besta úr Filmsføroyum á einum borði

Føroysk lýsingavinna er ótrúlig. Og tá hugsi eg ikki tann patetiska tanka, sum ofta er frammi, at eingin annar enn vit gera føroyskar lýsingar. Tað er ein bílig umbering at traðka á altjóða pallin við onkrum jánkasligum, sum tú veitst ikki tolir miskunarleysa pallljósið. Men so er ikki her. Hetta er stevfast sannførandi.Í mínum filmiska heila geri eg eina beina kopling frá Ernst í leiklutinum sum dekadentur operasangari í Føroyum í dag til italska satirufilmin La grande bouffet, sum Marco Ferreri (1928-1997) gjørdi í 1973. Tey í ikki minna dekadenta Filmsfelagnum savnaðust um filmin hjá Paula ...

Personvern: Fortsetter du på denne siden, godtar du bruk av cookies, og at vi samler nødvendig informasjon om deg, dine preferanser, og besøket ditt her. Les mer. Det er greit.